Milano og cruise
Uppliv Milano og italiensku rivieruna, og njót eina viku á Miðjarhavinum við MSC Seaview.
Norðuritalia hevur nakað til øll – familjur, pør og vinfólk. Uppliv stórbýarlívið og shopping í Milano, njót summardagar við Gardasjógvin ella slappa av á italiensku rivieruni í til dømis Santa Margherita Ligure. Far til vínsmakking, njót italiensku matmentanina ella lat ferðina halda fram við einari cruiseferð í Miðjarhavinum.
Her kunnu tit sameina stórbý, sól, strond og upplivingar í einari og somu ferð. Vit hjálpa tykkum at seta hana saman eftir tykkara ynskjum.
Úr Føroyum
Heim úr Italia
Hvat droyma tit um? Veljið eitt øki, ella lat okkum sameina fleiri í somu ferð.
Ein espresso á torginum, shopping og góður matur. Njót italienskt stórbýarlív í tykkara egna tempo.
Spyr um Milano
Summardagar við vatnið, smáar havnir og hugnaligir býir. Her er tíð til bæði avslapping og ævintýr.
Spyr um Gardasjógvin
Litføgrir strandarbýir, góðar matstovur og dagar við sjógvin. Njót lívið fram við italiensku strondini.
Spyr um rivieruna
Uppliv Milano og italiensku rivieruna, og njót eina viku á Miðjarhavinum við MSC Seaview.
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.