Ráðstevnur og tiltøk

Tíð er peningur, segði ein vísur persónur einaferð. 

Hví ikki lata 62°N taka sær av samskipanini, soleiðis at tú og tínir starvsfelagir kunnu hugsavna tykkum um tykkara serøkið? 

Vit hava serkunnleika innan samskipan í Føroyum og kunnu lættliga fáa ymiskt upp á beinini, sum møguliga vildi tikið tykkara fyritøku tað fýrdupulta av tíðini. 

Vit eru nærløgd, gjøgnumførd og gera okkara arbeiði við stíli.  

Við 62°N sum samskipara kanst tú líta á, at tín ráðstevna, starvsfólkaútferð, veitsla ella tiltak verður væleydnað og minningarríkt – bæði fyri teg sum vert og fyri tínar gestir. 

Vit skapa serloysnir, sum eru grundaðar á tíni ynskir, tíni virðir, tínar málsetningar og tína fíggjarætlan. Við hesum í huga skapa vit ta røttu loysnina til júst tína fyritøku. 

“At halda eina altjóða Vatnráðstevnu fyri fyrstu ferð var ein sera spennandi og til tíðir avbjóðandi uppgáva fyri okkum á Jarðfeingi. Tá 62°N gjørdist okkara ferðaskrivstova, fór sera nógv press av okkum, og vit fingu framúr góða og skjóta tænastu frá degi eitt. Eingin uppgáva var ov stór ella ov lítil, og var hon altíð væl avgreidd. Uttan tey hevði ráðstevnan ikki verið so væl eydnað.”

Barbara B. Hansen og Óluva R. Eidesgaard – Jarðfeingi // 1st Islands Water Congress 2024

+298 34 00 60 / mice@62n.fo