Treytir frítíðarferðir

Treytir fyri ferðir keyptar ígjøgnum 62°N frítíðarferðir

Treytir fyri ferðir keyptar ígjøgnum 62°N
Við bílegging av vøru/tænastu hjá 62°N gódtekur keyparin nidanfyristandi treytir hjá 62°N frítíðarferðir. 62°N verður her eftir nevnt ‘ferðaskrivstovan’ í tekstinum niðanfyri.

Rætt navn á ferðaseðilin
Tann ferðandi hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu nøvnini á teimum ferðandi. Nøvnini skulu altíð samsvara við navnið í passinum. Tað áliggur tí ferðandi, so skjótt ferðaseðlar og onnur skjøl í samband við ferðina eru send til viðkomandi, at tryggja at upplýsingar á skjølum eru rættar.
Ferðaskrivstovan átekur sær ongar skyldur í tí førið, at skeivt navn er orsøk til, at ferðin ikki kann gjøgnumførast. Tað áliggur øllum ferðandi at eftirkanna ferðaseðlarnar so skjótt teir eru móttiknir.

Ferðatíðir
Allar tíðir á ferðaseðlinum eru lokalar tíðir á ymisku ferðamálunum.

Gjald
Vit veita ikki kreditt til privat kundar. Ferðin eigur at vera goldin til ásettu tíðarfreist sambært søluráðgevanum.
Tilber at gjalda umvegis bankaflyting, inngjaldskorti, gjaldskorti ella við reiðum peningi.
Verður ferðin ikki goldin eftir avtalu, hevur ferðaskrivstovan rætt til at strika ferðina.  

Undangjald (Pakkaferð)
Við bílegging av eini pakkaferð skal eitt undangjald (depositum) rindast. Eitt undangjald er at meta sum bindandi og verður ikki endurgoldið um ein velur at avlýsa. Er tað minni enn 60 dagar til fráferð, skal øll ferðin rindast við bílegging.
Er talan um eina temaferð har 62°N samskipar ferðina, og 62°N avlýsur ferðin td. vegna væntandi luttøku, verður undangjaldið endurrindað. 62°N ábyrgdast ikki fyri avlýsingar óansæð orsøk fyri avlýsing. 

Restgjald
Restgjaldið fyri eina pakkaferð skal rindast í seinasta lagi 60 dagar áðrenn fráferð, um einki annað er avtalað. Eftir at restgjaldið er rindað, og talan er um avlýsing verður víst til avlýsing undir “Pakkaferðir”

Broyting av ferðaseðlum
Ferðaskrivstovan fylgir ferðaseðlatreytunum fyri broytingum sum tey ymisku flogfeløgini áseta í teirra ferðaseðlatreytum. Spyr tí søluráðgevan um hettar, tá ið tú bíleggur.

Avlýsing av ferðaseðlum
Ferðaskrivstovan fylgir ferðaseðlatreytunum fyri avlýsing sum tey ymisku flogfeløgini áseta í teirra ferðaseðlatreytum. Spyr tí søluráðgevan um hettar, tá ið tú bíleggur.

Avlýsing av hotel, bilaleigu, útferðum oa.
Ferðaskrivstovan fylgir somu treytum fyri avlýsing sum teir ymisku undirveitararnir áseta í teirra avlýsingartreytum. Spyr tí søluráðgevan um hettar, tá ið tú bíleggur.

Pakkaferðir
Ein pakkaferð er ein ferð, ið er samansett við tveimum ella fleiri vørum/tænastum. Tað kann t.d. vera flogferð og hotell sum ein pakki.

Avlýsing – Pakkaferðir
Pakkaferðir sum eru keyptar frá ferðaskrivstovuni eru umfataðar av somu treytum sum omanfyri nevnt. Legg tilmerkis at ein pakkaferð kann hava ymiskar treytir. Tvs. Kann man fáa fult endurgjald fyri ein ferðaseðlar, meðan man onki endurgjald fær fyri hotellið, tí tað er keypt sum (non refundeble). Spyr søluráðgevan um hetta.

Avlýsing í samband við serstøður
Verður altjóða ferðing rakt av umfatandi ferða-restriktiónir so sum steingjan av landamørkum,  steingjan av luftrúm ella flogvøllum, sóttarhalds-reglar, farsótt, kríggj, verkfall el. har talan er um eina undantaksstøðu er mannagongdin fylgjandi: Vit endurrindað alt tað ið kann endurrindast. Upphæddin verður endurindað kundanum, tá ið 62°N hevur móttikið peningin frá undirveitarunum.

Pass og visum
Tað er tann ferðandi, ið hevur ábyrgdina av at hesi viðurskifti eru í lagi. Tann ferðandi eigur at fylgja við um visum krevst til bíløgdu ferðina. Tað er somuleiðis tann ferðandi sjálvur, sum eigur at fylgja við um transitvisum er neyðugt, hetta tá ferðin er umvegis okkurt annað land á veg til endaliga ferðamálið.
Meira kunning um hesi viðurskifti fyri danskar ríkisborgarar er at finna á heimasíðuni hjá Udenrigsministeriet www.um.dkYnskir tú at fáa ferðaskrivstovuna, at hjálpa tær við at søkja visum, hjálpa vit fegin við hesum. Eitt visum eigur at verða avgreitt í seinasta lagi ein mánað áðrenn fráferð.

Visum til Amerika
Tá ferðast verður til Amerika, skal eitt ESTA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Skemaðið verður útfylt og sent elektróniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingi uppihaldið í Amerika er. Um uppihaldið í Amerika er longri enn tríggjar mðr, krevst eisini eitt visum frá amerikonsku sendistovuni í Danmark. ESTA kann útfyllast her 

Umframt visum, skal ferðaskrivstovan hava upplýsingar úr passinum, ið skulu brúkast til ferðaseðilin. Vit viðmæla at tann ferðandi letur inn avrit av passinum til ferðaskrivstovuna. Tað er tann ferðandi sjálvur, ið hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu upplýsingarnar. Kann ein ferð ikki gjøgnumførast tí upplýsingar ikki samsvara við pass, kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast fyri hesum.

Visum til Kanada
Tá ferðast verður til Kanada, skal eitt ETA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Skemaðið verður útfylt og sent elektróniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingi uppihaldið í Kanada er. Um uppihaldið í Kanada er longri enn tríggjar mðr, krevst eisini eitt visum frá kanadisku sendistovuni í Danmark. ETA kann útfyllast her 

Umframt visum, skal ferðaskrivstovan hava upplýsingar úr passinum, ið skulu brúkast til ferðaseðilin. Vit viðmæla at tann ferðandi letur inn avrit av passinum til ferðaskrivstovuna. Tað er tann ferðandi sjálvur sum hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu upplýsingarnar. Kann ein ferð ikki gjøgnumførast tí upplýsingar ikki samsvara við pass, kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast fyri hesum.

Check-in tíðir
Tað áliggur tí ferðandi at møta í góðari tíð til fráferðirnar. Tíðirnar fyri check-in skulu altíð vera fylgdar. Vit viðmæla at tú eftirkannar check-in tíð áðrenn tú kemur til flogvøllin sum flogið verður frá. Kunning um fráðferð, fráfaringarhøli og terminalar er vegleiðandi, og ikki bindandi. Ymiskar umstøður kunnu føra við sær, at flogfelagið má broyta frá einum fráfaringarhøli/terminal til ein annan, og tí eigur tú altíð at eftirkanna hetta – serliga um tað er stutt tíðarbil ímillum flogførini.
Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrdast, um ferðandi ikki møtir til ásettu tíðina.

Ábyrgd / reklamatiónir
Ferðaskrivstovan keypir ferðaseðlarnar frá flogfeløgum og veitarum annars, men tað er til eina og hvørja tíð flogfelagið sjálvt sum skal syrgja fyri, at ferðin verður gjøgnumførd. Verður ferðin ikki gjøgnumførd av einar ella aðrari orsøk sum ferðaskrivstovan ikki hevur ávirkan á, so kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi. Í tílíkum føri verður ferðin bert endurgoldin, um avvarandi flogfelagið loyvir tí. Loyvir avvarandi flogfelag ikki endurgjald, veitir ferðaskrivstovan heldur einki endurgjald. Tað sama er eisini galdandi fyri gistingarhús, útferðir summarhús, leigubilar o.l.

Húsagang
Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast, um eitt flogfelag fer á húsagang. Ferðin verður ikki endurrindað í tílíkum føri. Sama er galdandi fyri bílagt hotelluppihald, bilaleigu, charterferðir, summarhús, feriuíbúðir o.a.
Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast fyri húsagang hjá undirveitarum.

Tryggingar
Tað áliggur tí ferðandi at tekna neyðugar tryggingar. Kunnið tykkum um hesar møguleikar hjá tykkara tryggingarfelag.

Sundurskildir ferðaseðlar
Hetta merkir at ferðaseðlarnir eru ikki samanhangandi. Tað kann t.d. verða ein ferðaseðil við Atlantic Airways og Lufthansa. Orsøkin kann vera, at tað ikki er nøkur samstarvsavtala ímillum flogfeløgini, ella tí at tað er bíligari fyri kundan at gera ferðaseðilin í tveimum. Treytirnar við ikki samanhangandi ferðaseðlum eru nógv strangari enn við samanhangandi ferðaseðlum. Eitt nú tá ið seinkingar eru vegna veður. Tá kunnu flogfeløgini ikki ábyrgdast um ferðaseðilin ikki er samanhangandi. Tískil kann koma fyri at ferðaseðlar vera mistir um tann ferðandi ikki møtir upp til ásettu tíðina o.a. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi, og tískil er tað umráðandi at spyrja seg fyri tá ið bílagt verður.

Bílegging og váttan
Við bílegging fær kundin váttan fyri keypinum. Kundin skal kanna, at upplýsingar um navn, ferðadagar, ferðamál og aðrar upplýsingar eru rættar, og boða 62°N frá møguligum feilum skjótast gjørligt.

Gjalding á netinum
Gjaldast kann við teimum gjaldsháttum, sum verða vístir í gjaldsloysnini. Prísur og møgulig gjøld verða upplýst, áðrenn keypið verður góðkent. Gjalding fyri ferðir fer fram sambært teimum gjaldsfreistum, sum eru upplýstar fyri einstøku bíleggingina. Gjaldsupplýsingar verða viðgjørdar gjøgnum viðkomandi gjaldsveitara.

Elektronisk levering
Bíleggingarváttanir, ferðaseðlar og onnur ferðaskjøl verða vanliga send til teldupostadressuna, sum kundin hevur upplýst. Kundin skal kanna móttiknu skjølini og seta seg í samband við 62°N, um tey ikki eru móttikin sum avtalað.

Gávubrøv
Gávubrøv frá 62°N eru galdandi í 3 ár frá keypsdegnum og kunnu brúkast til ferðir hjá 62°N Frítíðarferðum. Gávubrøv kunnu ikki brúkast til tænastur hjá 62°N Hotel ella 62°N Car Rental. Gávubrøv kunnu sendast elektroniskt við telduposti ella heintast á kontórinum hjá 62°N, Hoydalsvegur 17, Tórshavn. Um keypið er dýrari enn virðið á gávubrævinum, skal munurin rindast. Møgulig rættindi til angring, útgjald og endurgjald fylgja galdandi lóggávu.

Angrurættur og endurgjald
Angrurættur og avlýsingarmøguleikar eru treytaðir av slagnum av keypi, teimum treytum, sum eru upplýstar við bíleggingina, og galdandi lóggávu. Um kundin hevur rætt til endurgjald, verður tað vanliga framt til sama gjaldshátt, sum varð nýttur við keypið, um ikki annað er avtalað ella kravt sambært lóggávu.

Kærur og samband
Um kundin hevur eina kæru, eigur hann at seta seg í samband við 62°N skjótast gjørligt og upplýsa bíleggingarnummar og viðkomandi upplýsingar. P/F Flogfelag Føroya (62°N), V-tal 460214, Hoydalsvegur 17, FO-100 Tórshavn.

Galdandi reglur
Treytirnar verða nýttar við fyrivarni fyri ófrávíkiligum rættindum sambært galdandi lóggávu.

Serligar treytir fyri sertúrar og bólkaferðir
Fyri sertúrar, bólkaferðir og pakkaferðir, sum verða seldar eftir serligum treytum, eru serligu treytirnar fyri sertúrar eisini galdandi. Serligar treytir, sum eru upplýstar fyri einstøku ferðina, ganga fram um hesar almennu treytirnar í tann mun, tað er loyvt sambært galdandi lóggávu.