Milano, rivieran og cruiseferð
Milano
Uppliv Italia við 62°N
Milano, Santa Margherita Ligure og ein vika á Miðjarhavinum við MSC Seaview. Njót italienskan mat, dagar við sjógvin og nýggjar havnabýir, áðrenn ferðin endar við einari nátt í Genova.
14 nætur við flogferð, hotellum og cruise
Prísurin er fyri hvønn, tá ið tvey vaksin ferðast og gista saman.
Beinleiðis til Milano Hvønn mikudag · 2. juni–1. september 2027 Sí flogtíðir
Tíðirnar eru staðartíðir.
Ein ferð. Fleiri upplivingar.
Vel eitt stað og sí myndirnar.
Nýggjar havnir.
Nýggjar upplivingar.
Frá Napoli og Palermo til Malta, Barcelona og Marseille. Á leiðini er eisini ein heilur dagur at njóta lívið umborð.
Dømi um cruiseleið úr Genova
- Dagur 1GenovaFráferð · Italia
- Dagur 2NapoliItalia
- Dagur 3PalermoSicilia · Italia
- Dagur 4VallettaMalta
- Dagur 5Á sjónumLívið umborð
- Dagur 6BarcelonaSpania
- Dagur 7MarseilleFrakland
- Dagur 8GenovaAfturkoma · Italia
Um pakkaferðina
Íroknað pakkaferð
- Beinleiðis flogferð Vágar–Milano aftur og fram.
- Ferðaavgjøld.
- 2 nætur á Hotel Manin í Milano við morgunmati.
- 4 nætur á Best Western Regina Elena í Santa Margherita Ligure við morgunmati.
- 7 nætur við MSC Seaview í kahytt við balkong og havútsýni.
- Heilpensjón umborð.
- 1 nátt á Hotel Continental í Genova við morgunmati.
Tilval — gerið eitt sindur eyka burtur úr ferðini
Premium drykkipakki
Eitt breitt úrval av víni og boblum í glasi, øli og cocktails. Harumframt kaffi, te, sodavatn, juice, vatn og alkoholfríir drykkir.
Byrja dagin við havútsýni
Gerið dagarnar á rivieruni uppaftur meira serligar við einum kamari við havútsýni á Best Western Regina Elena.
Spyr okkum um prísTransportur og tillagingar
Transportur á ferðini
Transportur millum flogvøll, hotell og cruisehavn er ikki íroknaður.
Vit vegleiða fegin um tok, privatan transport og aðrar møguleikar á leiðini.
Ferðin eftir tykkara ynskjum
Hetta er eitt ferðauppskot, sum kann tillagast júst eftir tykkara ynskjum.
Cruiseferðir til øll
Við familjuni, vinfólkunum ella bólkinum — vit hjálpa tykkum at finna røttu cruiseferðina og leggja hana til rættis eftir tykkara ynskjum.
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.
Legg til merkis
Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum ímillum Vágar og Milano.
Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
Avmarkað nøgd