Onnur ferðamál & sertúrar
Hevur tú hug at uppliva ókendar perlur í heiminum, ið tú nærum ikki visti av vóru til?
Vit hava allan heimin sum ferðamál og kunnu vegleiða tær við at finna tína dreymaferð.
Vit samanseta og leggja tína ferð til rættis, so hon hóskar júst til tín tørv. Vit leggja altíð dent á serstakar upplivingar, og at tín ferð verður so ómakaleys sum til ber.
Óansæð um tú leitar eftir einum spennandi ævintýri, ella bert hevur hug hug at njóta ein hugtakandi sólsetur, so eru vit serfrøðingar, og kunnu snikka saman tína dreymaferð.
Lat okkum vera tín ferðaleiðari, og send okkum tín fyrispurning á
booking@62n.fo ella ring til okkum á + 298 34 00 00
Hondbóltsferð
Føroyska Kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM endaspælið, og skulu til Sveis og vit fara við!
Føroyskur hondbóltur hevur áður skrivað ítróttarsøgu, og hesaferð fara vit at heppa og stuðla okkara hondbóltskvinnum í Basel, Sveis. Vit fara at savna allar føroyingarnar í Basel 27. november – 4. december 2024. Sí meira her.
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.