Leys størv

Vilt tú standa á odda fyri søluni hjá 62°N?
Sølustjóri til 62°N
Vit vaksa og víðka um okkara virksemi, og søkja tískil eftir einum framfýsnum og ágrýtnum sølustjóra.
Vit leita eftir einum sølustjóra, ið ikki bert hugsar um sølu, men brennur fyri at skapa úrslit. Ein, sum hevur dirvi at rista posan og hugsa nýtt. Ein, sum vil seta eina nýggja kós, og ikki er bangin fyri at leiða og menna.
Um starvið
Tú verður ein týðandi partur av okkara leiðslu og fær ábyrgd av dagliga rakstrinum innan sølu, samstundis sum tú arbeiðir strategiskt við at styrkja okkara marknaðarstøðu, bæði lokalt og á altjóða pallum.
Tín leiklutir:
- tú er drívmegin í at skapa úrslit
- tekur intiativ og tryggjar at okkara sølutoymi skarar framúr
- setur greiða kós og tryggjar, at vit røkka okkara málum
- arbeiðir aktivt við sølu, eisini uppsøkjandi
- eyðmerkir nýggjar møguleikar og skapar nýggjar tænastur
- tryggja framdrift, struktur og eina góða arbeiðsgongd í gerandisdegnum
- tryggjar, at vit ikki bara fylgja marknaðinum, men eru frammanfyri
Um teg:
Tú ert ein natúrligur leiðari, ið dugir at sameina strategi og praksis. Tú ert ágrýtin, úrslitsorienterað/ur og hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir.
Tú trívist við ábyrgd, tekur ognarskap og hevur eina jaliga ávirkan á toymið rundan um teg. Tað er ein fyrimunir, um tú hevur eitt netverk og kunnskap til vinnuna í Føroyum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur eina sterka sølukraft og elskar at skapa úrslit
- hevur leiðsluroyndir og dugir at fáa fólk við tær
- hevur sterk samskiftisevni og dugir at skapa relatiónir
- ert bæði strategisk/ur og operativ/ur
- hevur góð evni at skapa struktur og effektivisera arbeiðsgongdir
- ert framsíggin og torir at hugsa øðrvísi
- arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ognarskap
Hví 62°N?
Tú fær meira enn eitt starv. Tú fær:
- ávirkan á eina fyritøku í vøkstri
- møguleika at seta tín dám á søluna tvørtur um allar deildir
- ein arbeiðsdag, har eingin dagur er eins
- stóra ávirkan á okkara kós, strategi og framtíð
- eitt sera sterkt, samansjóðað toymi, sum vil framá – saman við tær
- góðar menningarmøguleikar, bæði fakliga og persónliga
Praktiskt
Vit seta rætta persónin, tá vit finna hann/hana.
Starvsbyrjan er sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Løn og treytir
Starvið er fulltíð (40 tímar um vikuna), og løn og treytir verða ásett eftir royndum og ábyrgd.
Umsókn og meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leiv Samuelsen, stjóra, á tlf. 73 35 05 ella við telduposti á leivur@62n.fo.
Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo í seinasta lagi mánadagin 4. mai 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.