SJÓVINNAN
Á sjónum kemur tað meir enn so fyri, at tað eru veður og vindur, sum seta dagsskránna; og tað krevur smidleika í ferðaviðurskiftinum. Her bjóðar 62°N vinna tað fjølbroytni, sum skal til í frálandavinnuni, og eru vit ein umráðandi viðspælari.
Vit eru eisini klár, hóast tit eru í hinum endanum av heimum, og harvið í einari aðrari tíðarsonu. Við døgntænastuni eru vit altíð at fáa fatur á, bæði á telefon og á telduposti. Vit bera okkum skjótt at, so tit kunnu halda tykkara tíðarfreistir.
Ger sum fleiri aðrar fyritøkur, vel 62°N vinnu til at avgreiða tykkara ferðaviðurskiftir; so eru tit í tryggum hondum.