Kunning um Magdeburg
Dystirnir verða spældir soleiðis:
- 14. januar 2027: Føroyar – Algeria
- 16. januar: Føroyar – Pólland
- 18. januar: Føroyar – Portugal
Til HM-dystirnar
- HM-dystirnir verða spældir í GETEC Arena í Magdeburg.
- Tað ber til at ferðast til økið við almennum flutningi. Sporvognur nr. 6 steðgar við Arenen.
- Vit mæla at fara í góðari tíð, serliga tá nógvir áskoðarar skulu til dyst.
- Hav atgongumerkið tøkt á telefonini, áðrenn tú kemur til høllina.
Almennur flutningur í Magdeburg
- Magdeburg er ein lutfalsliga lítil býur, og tað er lætt at koma runt í miðbýnum til gongu.
- Almennur flutningur er væl skipaður við sporvognum (Straßenbahn) og bussum.
- Til ber at keypa ferðaseðlar til buss og sporvognar í MVB-appini, við FAIRTIQ ella í ferðaseðla-automatunum.
- Tað ber til at keypa bæði stakar ferðaseðlar og dagsferðaseðlar.
- Minst til at hava galdandi ferðaseðil, tá tú ferðast við almennum flutningi.
- Hentar leinkjur:
- www.mvbnet.de – almennur flutningur, rutur og ferðaseðlar.
- www.fairtiq.com – app til at gjalda fyri ferðir við almennum flutningi
Gjaldoyra og gjaldskort
- Í Týsklandi verður goldið við evrum (€).
- Visa og Mastercard kunnu brúkast nógvastaðni, men summi smærri støð taka framvegis helst bert ímóti reiðum peningi.
- Vit mæla til at hava eitt sindur av evrum við.
Veðrið í januar
- Januar er ein kaldur mánaður í Magdeburg, og hitastigini lighja ofta um frostmarkið.
- Tað kann vera bæði regn, kavi og vindur.
- Takið heit klæði, góðar skógvar, húgvu og handskar við
Handlar og matstovur
- Í miðbýnum eru nógvir handlar, matstovur, kaféir og barrir.
- Stóru handilsmiðstøðirnar Allee-Center og City Carré liggja mitt í býnum.
- Flestu handlar í Týsklandi eru stongdir sunnudagar, men matstovur og kaféir kunnu hava opið.
Annað hent at vita
- Landakota: +49
- Neyðtelefon: 112
- Streymur: 230 V – vanlig evropeisk stikk, sum í Føroyum.
- Tíðarmunur: Eingin tíðarmunur millum Føroyar og Týskland í januar.
- Google Maps er hent at brúka til gonguleiðir og almennan flutning.