Budapest
Budapest er ein av vakrastu og mest hugtakandi høvuðsstaðunum í Evropa. Býurin liggur framvið Donau ánni, og er kendur fyri ein imponerandi arkitektur, flottar bygningar og hevur eina ríka søgu og mentan.
Framvið ánni eru nógvar hugnaligar café´ir, góðar matstovur og eitt lívligt býarlív. Tað ber væl til at uppliva gastronomi í heimsklassa, shoppa og bara njóta vøkru gøtunar og umhvørvið.
Ferðadagar:
- 21. apríl 2027 Fráferð úr Vágum uml. kl. 13.00
- 24. apríl 2027 Fráferð úr Budapest uml. kl. 19.00
4* K+K Hotel Opera
Úr 8.395 kr.
Einkult kamar 9.895 kr.
Dupult kamar 8.595 kr.
Trýmans kamar 8.395 kr.
Lekkurt, nútímans 4* hotell, mitt í hjartanum av Budapest. Hevur spa og wellness við sauna, eina hugnaliga bistro og góða barr. Bert 5 min. til gongu til Stephen´s Basilica og 10 min. til gongu til eitt av vakrastu parlamentshúsunum í heiminum.
5* Luksus Kepinski Hotel Corvinus Budapest
Úr 10.495 kr.
Einkult kamar 12.995 kr.
Dupult kamar 10.495 kr.
Kempinski Hotel Corvinus er eitt av mest eksklusivu og vælumtóktu 5* hotellunum í Budapest. Hotellið liggur mitt í hjartanum av Budapest, og hevur fleiri prísløntar gourmet matstovur og barrir, luksus spa og wellness, vælútgjørt fitness rúm og stór kømur á 35m².Kempinski-ketan er kend um allan heimin fyri framúrskarandi tænastu, høga góðsku og luksuriøsar umstøður.
Pakkin inniheldur
- Beinleiðis flogferð t/r
- Øll ferðaavgjøld
- Matur umborð t/r
- Gisting í 3 nætur
- Gisting á 4* ella 5* hotelli
- Morgunmatur
- Bussur frá flogvølli til hotel t/r
4* K+K Hotel Opera
- Rúmlig kømur á 20 m²
- Liggur mitt í býnum
- Hugnalig bistro og barr
- Wellness við sauna
- Lítið fitness rúm
- Ókeypis WiFi
- 24/7 móttøku
5* Luksus Kepinski Hotel Corvinus
- Er mitt í sentrum
- 5* luksus, eksklusivt hotell
- Prísløntar matstovur og barrir
- Spa, pool/sauna
- Vælútgjørt fitness rúm
- Rúmlig kømur á 35 m²
- Bert 5 min. til gongu til Széchenyi Chain Bridge
Treytir
Keypið er bindandi og verður ikki endurrindað við avlýsing, tó kann navnabroyting gerast við einum avgreiðslugjaldið á 700 kr.
Gjald 1: 2.000 kr. pr. pers. skal gjaldast við bílegging.
Gjald 2: Restgjaldið skal gjaldast í seinasta lagi 1. februar 2027
Bílegging
Vinarliga sendið okkum:
Sendið á teldupostadressu: booking@62n.fo
Avrit av passinum hjá øllum ferðandi
Fartelefon nummar at leggja í bíleggingina
K+K Hotel Opera
Víst á korti
Budapest, Révay u. 24, 1065 Hungary
5* Luksus Kepinski Hotel Corvinus Budapest
Víst á korti
Budapest, Erzsébet tér 7-8, 1051 Hungary
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.