Hotel Java****
SÓLFERÐ: 8 dagar / 7 nætur
Hotel Java liggur 10 min. frá flogvøllinum í friðarligum umhvørvi við strondina. Tað tekur bert 2 minuttir, at ganga oman á strondina, sum er viðmæld sum besta strondin á Mallorca. Ein bussur koyrir við jøvnum millumbili inn til býin, har tú hevur møguleika fyri at shoppa, eta á matstovum ella hugna tær á einari lokalari kafé. Hotellið hevur barr, terassu, urtagarð, sauna, fimleikarhøll og innan- og uttandura svimjihyl. Øll kømurini hava egna terassu.
Flogtíðirnar
Vágar - Mallorca: Fráferð mikudagar kl. 07:00 - lenda kl. 11:40 (lokalar tíðir)
Mallorca - Vágar: Fráferð mikudagar kl. 12:25 - lenda kl. 15:15 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 40 minuttir
Prísdømi: (Hetta er roknað út frá, at ferðast verður 21. - 28. juni 2023)
Prísur fyri hvønn ferðandi í dupultkamari |
úr 9.990,- |
Íroknað flogferð og gisting við morgunmati, tá 2 vaksin ferðast oggista saman. | |
Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn) | |
Hálv pensjón | úr 500,- |
Hav útsýni | úr 700,- |
Sí meira um kømurini her. | |
GG. Ferðavinnutollur er ikki íroknaður! Hetta verður goldið á hotellinum uml. 5 EUR fyri hvønn vaksnan fyri hvønn dag.
Legg til merkis
- Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum við Atlantic Airways.
- Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
- Avmarkað nøgd.
Bílegging
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Skriva til booking@62n.fo ella ring á telefon 34 00 00
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin