Ráðstevnur

Nógvum er ikki greitt, hvussu tíðarkrevjandi ein uppgáva tað kann vera at standa fyri eini ráðstevnu ella fundi, og verða ofta bilsin og máttleys av nógva samskiftinum og tilrættisleggjanini, ið fylgir víð eini slíkari ábyrgd. 

Vit vita júst, hvat krevst, og hava eisini royndirnar, so hví ikki lata okkum um at samskipa alt tað praktiska, soleiðis at tú kanst savna teg um tað fakliga innihaldið av ráðstevnuni og títt dagliga arbeiði? 

Tað nýtist ikki at kosta tær nakað – sí nærri kunning um tað undir ’Kostnaður.’ 

Okkara veitingar 

Praktiska samskipanin av ráðstevnuni ella fundinum umfatar m.a. fylgjandi: 

Kostnaðarætlan og fíggjarstýring

Vit seta kostnaðarætlanina upp í samráð við teg og syrgja fyri, at hon heldur. 

Bíleggingar og avtalur um avlýsingartreytir

Vit hava gott samstarv og avtalaðar prísir við veitararnar í Føroyum. Vit kenna til mannagongdirnar og halda skil á øllum bíleggingum, so tær ikki nýtist at rinda óneyðugar rokningar, um m.a. avboð frá ráðstevnugestum koma fyri. 

Rættar ráðstevnuhentleikar

Ein væleydnað ráðstevna krevur røttu karmarnar, har hugsað er um alt frá stødd og funktión av rúmum til atgongd og tøkni. Vit hava røttu vitanina og royndirnar til at tryggja, at alt er gjølla fyriskipað. 

Sosial tiltøk

Sosiali karmurin um eina ráðstevnu er við til at styrkja felagsskapin ímillum luttakararnar og harvið útlitini fyri samstarvsmøguleikum teirra millum. Eisini geva hesi tiltøk eina betri heildaruppliving av ráðstevnuni, og festir ráðstevnan seg betur í minnið, øðrvísi tiltøk eru knýtt at, tiltala teimum ymsu sansunum. Hvørt talan er um døgurðar, útferðir, undirhald, veitslur ella móttøkur, so syrgja vit fyri, at sosiala skráin samsvarar tykkara virðum og verður ein góð og minnisverd uppliving. 

Burðardygd

Um ynskir, kunnu vit hjálpar at gera tína ráðstevnu so burðardygga sum gjørligt. Vit kenna føroysku veitararnar væl og vita, júst hvar burðardyggu loysnirnar eru at finna bæði viðvíkur gisting, ráðstevnuhølum, mati, upplivingum, tilfari v.m. 

Marknaðarføring

Fastur táttur hjá okkum er at upprætta eina ráðstevnuheimasíðu. Hon verður sett upp sum undirsíða á okkara heimasíðu, og kunnu vit eftir ynski upprætta egið økisnavn (domain) til hana, soleiðis at fólk kunnu leita sær hana fram við at skriva økisnavnið beinleiðis í kagaøkið (browsaran). Á síðuni kunnu áhugað finna upplýsingar um ráðstevnuna, skráseting og onnur viðkomandi viðurskifti. Henda síða nýtist ikki at vera almenn. Er ynski um at halda lágan profil, so er eisini møguligt at upprætta síðuna soleiðis, at einans innbjóðað hava atgongd.  

Er ráðstevna tín almenn og skal marknaðarførast, hjálpa vit fegin til við hesum. Vit ráðgeva og hjálpa til við at seta lýsingar saman – bæði tekst og myndir. Hetta verður gjørt í samsvari við tykkara ynskir í mun til, hvussu tit vilja framstanda, t.d. kreativ og innovativ ella seriøs og vísindalig. Vit gera marknaðarætlan og nýta okkara sosialu miðlar og góða netverk til at røkka so nógvum potentiellum luttakarum sum gjørligt. Harafturat hjálpa vit eisini fegin til við tíðindaskrivum til fjølmiðlarnar. 

Skráseting av luttakarum

Við okkara nýmótans skrásetingarskipan kunnu ráðstevnugestirnir fáa alt avgreitt á einum staðiflog, gisting, transport, útferðir, skráseting til ráðstevnuna, skráseting til veitsludøgurðan v.m. – eisini um tey ynskja tilkeyp s.s. eyka nætur, leigubil, ella um makin skal við og hevur tørv á eyka upplivingum. Alt kann avgreiðast á einum stað, og eru vit harafturat klár at svara teirra spurningum í samband við ráðstevnuna og teirra ferð. 

Tilfar

Tørvar tykkum navnaskeltir ella ráðstevnutaskur, taka vit okkum gleðiliga av hesum. Vit royna í mest møguligan mun at nýta burðardygt og stuttflutt tilfar. 

Tann góði vertskapurin

Vit gera okkara til, at verður ein framúr vertur, og at gestirnir kenna seg væl og fáa eina góða uppliving bæði ígjøgnum skrásetingartilgongdina og á teirri vitjan í Føroyum. 

Eftirmeting

Vit seta tíð av til at eftirmeta ráðstevnuna saman við tær, har vit gjøgnumganga ymsu aspektini av ráðstevnuni. Soleiðis hevur konkret úrslit at vísa á og ert væl fyrireikað/ur, um ein nýggj ráðstevna skuldi ligið í kortunum. 

Tíðarætlan 

Týdningarmikið er at koma tíðliga í gongd við ráðstevnusamskipanini, tí bæði kømur og annað selist skjótt út, og nógv er at gjøgnumganga. Vit viðmæla, at tú helst setur teg í samband við okkum 2 til 1,5 ár frammanundan ráðstevnuni. Er talan hinvegin um ein minni fund, so er 1 ár frammanundan eitt gott útgangsstøði. Tó skal havast í huga, at jú fyrr tú setur teg í samband við okkum, jú betri møguleika hava vit at tryggja tær ynsktu hentleikar. 

Kostnaður 

Kostnaðurin fyri 62°N sum samskipara veldst um støddina á ráðstevnuni og um vavið av tænastum, ið samskipanin umfatar. Vanligt er, at kostnaðurin fyri samskipanina verður íroknaður luttøkuprísinum til ráðstevnuna. Sostatt er tað ikki tú men gestirnir, sum í síðsta enda rinda fyri okkara tænastur.  

Avtala ein fund við okkum ella send ein fyrispurning. So taka vit tað harfrá.  

+298 34 00 60 / 34 00 82

rannva@62n.fo

+298 34 00 60 / mice@62n.fo