Starvsfólka- útferðir

Stórur partur av okkara virksemi er at samskipa vinnuferðir so sum starvsfólkaferðir og nevndarferðir hjá útlendskum fyritøkum til Føroya, har vit taka okkum av øllum – líka frá flogi og gisting til upplivingar, mat og undirhald. Vit hava eina ørgrynnu av vitan og royndum á hesum øki, sum ger tað nemt hjá okkum at samskipa upplivingar í Føroyum av ymsum slagi.

At samskipa starvsfólkaútferðir í Føroyum fyri føroyskum fyritøkum er sjálvandi øðrvísi. Føroyar er okkara heimland, so tað kann vera ein avbjóðing at finna eina loysn, sum ongin hevur roynt áður, og sum øll kunnu gleða seg til.

Hjá 62°N fylgja vit væl við nýggjastu tilboðunum innan føroyska ferðavinnu, og eru vit eisini nýhugsandi sjálvi við m.a. at skapa egin toymismenningartilboð. Við røttu karmunum kann sjálvt tann púra vanliga upplivingin gerast til nakað heilt serligt.

Hvørt endamálið við útferðini er at motivera, samansjóða ella fyri at viðlíkahalda eina jaliga mentan í fyritøkuni, so gera vit okkara ítasta fyri, at umstøðurnar eru tær røttu í mun til tína ætlan og ynskir.

Fyri at gera alt lættari, bjóða vit okkum fram til at umsita skrásetingarnar hjá tykkara starvsfólkum til útferðina. Hetta gera vit við at upprætta eina skrásetingarsíðu, sum tit fáa leinkju til. Á skrásetingarsíðuni er øll hent kunning um útferðina, og við skráseting ber til hjá luttakarunum at fráboða m.a. ovurviðkvæmi beinleiðis til okkum. Eisini kunnu vit seta síðuna soleiðis upp, at starvsfólkini fáa ein valmøguleika av t.d. fýra ymiskum eyka upplivingum at velja ímillum á útferðini, har tey skráseta seg eftir áhuga. Soleiðis kunnu tey verða býtt sundur ein part av útferðini, um fyritøkan ynskir tað.

Set teg í samband við okkum. So taka vit tað harfrá.

+298 34 00 60 / 34 00 82

rannva@62n.fo

+298 34 00 60 / mice@62n.fo