
FUNDARHØLI Á 62°N HOTEL
Hølið er hugnaligt og rúmligt og góða útsýnið oman eftir Sverrisgøtu móti miðbýnum setir sítt dám á umhvørvið.
Fundarhølið er vælegnað bæði til skeiðsvirksemi og til smærri samkomur.
Vit hjálpa tær sjálvandi at skipa fyri sjálvum fundinum og at rigga hølini til, og um tær tørvar gisting, mat ella drekka til luttakararnar, eru vit eisini tøk at hjálpa við tí.
Í fundarhølinum eru teir hentleikar, ið kunnu væntast, so sum tráðleyst net, flip over og framsýningarskíggi.
Fundarhølið tekur upp til 30 fólk. Skulu fólk sita til borðs, so er hóskandi til áleið 12–18 fólk. Her kunnu vit hýsa fundum, starvsfólkasamrøðum, samráðingum, skeiðum, starvsfólkadøgum ella eini minni veitslu ella samkomu.
Set teg í samband við okkum á hotel@62n.fo ella á tlf. 500 600, so finna vit eina loysn, ið hóskar júst til tín tørv.