Treytir fyri sertúrar
Hesar treytir eru galdandi fyri sertúrar, bólkaferðir og pakkareisur hjá 62°N. Ferðasíðan og møguligar serligar treytir fyri einstøku ferðina eru ein partur av avtaluni. Um munur er, eru serligu treytirnar fyri ferðina galdandi.
1. Bílegging og avtala
Bílegging verður gjørd á 62n.fo. Keypið er bindandi, tá gjalding er góðkend og 62°N hevur sent bíleggingarváttan við telduposti.
Persónurin, sum ger bíleggingina, hevur ábyrgd av, at allar upplýsingar eru rættar, og at allir ferðandi hava fingið kunning um ferðina og treytirnar.
2. Prísur og gjalding
Prísurin og innihaldið í ferðini standa á ferðasíðuni. Prísurin fevnir bert um tær tænastur, sum beinleiðis eru nevndar sum íroknaðar.
Útreiðslur til dømis ferðatrygging, avbestillingartrygging, pass, visa, máltíðir, drykkivørur, persónlig nýtsla og annað, sum ikki er nevnt sum íroknað, eru ikki við í prísinum.
Prísurin er uppgivin í DKK. Á ferðasíðuni stendur, um ferðin skal gjaldast í fullum við bílegging, ella um depositum verður goldið við bílegging og restgjaldið seinni.
Um øll ferðin verður goldin við bílegging, verður gjaldið ikki endurgoldið við avlýsing. Verður depositum goldið við bílegging, verður depositumið ikki endurgoldið við avlýsing.
3. Ferðandi og ferðaskjøl
Fulla navnið á hvørjum ferðandi skal skrivast júst soleiðis, sum tað stendur í passinum. Kundin hevur ábyrgd av, at navn, føðidato, teldupostur og telefonnummar eru rætt.
Ferðandi hevur sjálvur ábyrgd av at hava galdandi pass, møguligt visa, neyðugar heilsu- og innferðartreytir og ferðatrygging. 62°N tekur ikki ábyrgd av útreiðslum ella missi, sum stendst av manglandi ella skeivum ferðaskjølum.
Serligir tørvir, til dømis rørslutarni, allergi ella kostkrøv, skulu upplýsast við bílegging. 62°N roynir at taka atlit, men kann ikki vátta serligar ynskir uttan skrivliga váttan.
4. Kamar og innkvartering
Kamar verður bílagt í tí kamarslagi, sum er valt við bíleggingina. Bílegging av dupult- og trýmanskamari fevnir um ávikavist tvey og trý ferðandi.
Ynskir um ávíst kamar, hægri hædd, kamerslag, samanliggjandi kømur ella líknandi eru ynskir og ikki ein váttan, uttan 62°N hevur váttað tað skrivliga.
Um ein ferðandi í dupult- ella trýmanskamari fellur frá, kann prísurin hjá teimum, sum eru eftir, broytast samsvarandi galdandi prísinum fyri færri persónar í kamarinum.
5. Broyting av bílegging
Broytingar skulu sendast skrivliga til booking@62n.fo. Møguligir kostnaðir frá flogfelagi, hotelli ella øðrum undirveitarum verða lagdir afturat.
Flyting av ferðini til ein annan persón kann bert gerast, um flutnings- og hoteltreytir loyva tí, og um 62°N fær allar neyðugar upplýsingar í góðari tíð. Kundin rindar tær veruligu útreiðslurnar, sum stava frá navna- og bíleggingarbroytingini.
6. Avlýsing hjá kundanum
Avlýsing skal sendast skrivliga til booking@62n.fo.
Um ferðin er goldin í fullum við bílegging, verður gjaldið ikki endurgoldið við avlýsing. Er depositum goldið við bílegging, verður depositumið ikki endurgoldið við avlýsing.
Eru serligar avlýsingartreytir á ferðasíðuni, eru tær galdandi fyri viðkomandi ferð. Hetta avmarkar ikki rættindi, sum ferðandi hava eftir ófrávíkiligari lóggávu.
7. Broytan ella avlýsing hjá 62°N
62°N kann gera minni broytingar í ferðaætlanini, til dømis broyta flogtíðir, flogrutu, hotel, flutning ella programpunkt, um tað er neyðugt vegna viðurskifti hjá undirveitarum ella øðrum umstøðum uttan fyri ávirkan hjá 62°N.
Um neyðugt verður at gera eina munandi broyting, fær kundin kunning so skjótt sum gjørligt. 62°N veitir tá, eftir umstøðunum, eina hóskandi loysn, annað ferðatilboð ella endurgjald sambært galdandi reglum.
8. Møguligar manglar og klagur
Verður ein mangul staðfest á ferðini, skal ferðandi siga frá beinanvegin til ferðaleiðaran hjá 62°N, móttakaraviðkomandi ella booking@62n.fo. Hetta gevur 62°N møguleika at bøta um trupulleikan, meðan ferðin er í gongd.
Klagur eftir heimkomu skulu sendast skrivliga til booking@62n.fo uttan óneyðugt drál.
9. Trygging og ábyrgd
Ferðandi eigur at hava hóskandi ferðatrygging og avbestillingartrygging. 62°N tekur ábyrgd fyri teimum tænastunum, sum eru partur av pakkanum, sambært galdandi reglum.
10. Persónsupplýsingar
62°N viðger persónsupplýsingar fyri at kunna umsita bíleggingina, samskifta við ferðandi og avgreiða ferðina. Upplýsingar kunnu verða givnar til flogfeløg, hotell, flutningsfeløg og aðrar undirveitarar, tá tað er neyðugt fyri at gjøgnumføra ferðina.
11. Samskifti
Spurningar um ferðina kunnu sendast til booking@62n.fo ella á telefon +298 34 00 00.