Leys størv

BÓKHALDARI TIL BARNSBURÐARFARLOYVISSTARV HJÁ 62°N
Vit søkja eftir einum bókhaldara til eitt tíðaravmarkað barnsburðarfarloyvisstarv við byrjan skjótast gjørligt til okkara fíggjardeild.
62°N er ein av fremstu ferðavinnuaktørunum í Føroyum, og hevur eitt sera fjøltáttað virksemi: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, samskipan av ráðstevnum, søla og ráðgeving av vinnuferðum, starvsfólkaútferðir, samskipan av tiltøkum og øðrum.
Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um:
Uppgávurnar fevna m.a. um
- Dagliga bókføring og skráseting
- Kreditor- og debitorrøkt
- Gjaldingar og avstemman
- Innaneftirlit umframt aðrar fyrifallandi uppgávur innan fíggjarøkið
Vit vænta, at tú
- Dugir at arbeiða skipað
- Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Er opin og fyrikomandi
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Royndir innan roknskap og bókhald er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, og kemur at arbeiða í einari spennandi vinnu, har nógv ferð er á og uppgávurnar fjølbroyttar. Eitt gott arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har trivnaður og menning er í hásæti.
Arbeiðstíð og løn verða ásett eftir avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan. Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Leivur Samuelsen, stjóra,
á tlf. 73 35 05 ella á leivur@62n.fo.
Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og umsóknarfreistin er 10. mars 2026.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.