NÁMSFERÐ TIL KEYPMANNAHAVN, DANMARK
Keypmannahavn
Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Keypmannahavn hvønn dag.
Tilboðið er galdandi um námsferðin verður í apríl, mai, juni, septembur og oktobur.
Keypmannahavn er høvuðsstaður og størsti býurin í Danmark. Býurin er handilsmiðdepil fyri mong ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, har tit koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdar marknaðir, vøtn og tjarnir. Í býnum búgva fleiri enn 500 túsund fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur, handilshús og mangt annað ið ert vert at leita sær til.
Gisting
Generator Hotel er eitt nýmótans hotel í miðbýnum av Keypmannahavn beint við Strøget og Kongens have. Hotellið bjóðar ein minimalistiskan, kláran og reinan stíl til kundar sínar.
Beinleiðis flogferðir hvønn mikudag frá 25. juni – 24. september 2025
Prísur fyri 8 dagar / 7 nætur úr
Úr 3.995 kr.
Gist verður í 6 persóns kamari v/ morgunmati
Pakkin inniheldur
- Beinleiðis flogferð t/r
- Ferðavgjøld
- Gisting í 6 nætur
- Morgunmatur
Eyka kostnaður
- Útferðir
- Ferðatrygging úr 210,-
- Avlýsingartrygging 3%
Um hotellið
- Ókeypis internet
- Kaffistova
- Barr
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.