
Gran Canaria Princess****

Gran Canaria
Hædderpunkt





Gran Canaria Princess er eitt 4* hotell bert fyri vaksin, og liggur mitt í hjartanum av Playa del Ingles.
Hotellið hevur eitt stórt vælveruøki við sauna, venjingarhøli, tveimum uttandura svimjihylum og fjøllbroyttar massagumøguleikum. Eitt lekkurt hotell, har tú kanst njóta vælveru í góðum umstøðum.
Kømrini eru rúmlig og nútímans innrættað við øllum hentleikum. Hotellið hevur tvær matstovur, tríggjar barrir og undirhald hvørt kvøld fyri vaksin.
Bert 5 min til gongu frá strondini, handlum og náttarlívinum – her fært tú alt tú ynskir tær á Gran Canaria.
Eitt hóskandi val bæði til pør, vinfólk og familjur við vaksnum børnum (16+)
Beinleiðis flogferðir: 17. og 26. desember 2025
Eftir hetta verður flogið til Gran Canaria hvønn týsdag frá 13. januar til og við 31. mars 2026.
Prísur fyri hvønn vaksnan
Úr 10.990 kr.
Íroknað flogferð og gisting við morgunmati, tá ið 2 vaksin gista saman í 8 nætur.
Pakkin inniheldur
- Beinleiðis flogferð t/r
- Ferðaavgjøld
- Gisting í 8 nætur
- Morgunmatur
Eyka tænastur
- Hálv Pensjón
- All Inclusive
Um hotellið
- Matstova
- Barr
- Svimjihylur
- Fitess
- Wi-Fi
- Aircondition
- Parkering
- Handikap vinarligt
Nærumhvørvi
Strond
Matstovur
Shopping
Flogvøllur
1000m
250m
1.2km
30km
Vís á korti
Av. de Gran Canaria, 18, 35100 Gran Canaria, Las Palmas, Spain
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.
Legg til merkis
Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum ímillum Vágar og Gran Canaria.
Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
Avmarkað nøgd