Gongutúrur í Spania 2026
Barcelona
Uppliva Katalonia, staðbundnan mat og eina vakra, spanska náttúru
Kom við okkum á ein gongutúr, har vit fara at uppliva Katalonia á ein heilt serstakan hátt. Hesin
gongutúrurin sameinir bæði mentan, náttúru, góðan mat og so kobla vit 100% frá
gerandisdegnum.
Vit ganga ígjøgnum grønar skógir, gamlar fjallaleiðir og vitja sjarmerandi smábýir. Á vegnum njóta vit góðan, lokalan mat og hoyra spennandi søgur úr økinum. Harumframt verður eisini møguligt at vitja víngarðar, har vit fara at royna lokalt vín og cava.
Eisini verður tíð til at slappa av.
Ímillum gongutúrarnar er tíð sett av til friðarligar løtur á strondini, café vitjan og eina fríløtu í
Barcelona, har tú sjálv/ur kanst velja, um tú hevur hug til at shoppa, royna lokalan mat ella okkurt heilt annað.
Hvør dagur bjóðar nýggjar upplivingar.
Ferðin er til tín, sum dámar at røra teg og samstundis ynskir, at njóta sólina og eitt vakurt útsýni.
Bæði rørsla, ró og hugni er á skránni hvønn dag. Vit enda vikuna við einari lokalari cava
smakkiroynd í víngørðum í Blanes. Ein hugnaløta, har vit seta eitt punktum fyri eina minnisríka viku.
Droymir tú um náttúru, útsýni, mentan, góðan mat og ógloymandi løtur?
So er hesin túrurin júst til tín.
Skipa verður fyri tveimum túrum.
Tíðarskeið:
9. – 16. Septembur
16. – 23. Septembur
Kostnaður:
Kr. 11.990,- fyri hvønn í dupult kamari
Kr. 13.990,- fyri hvønn í einkult kamari
Fyrsta gjald skal gjaldast við bílegging, og er á Kr. 3.000,- fyri hvønn.
Seinna gjald skal gjaldast tveir mðr. áðrenn fráferð.
*Fyrsta gjald verður ikki endurgoldið við avlýsing
Pakkin inniheldur
- Flog til Barcelona t/t
- Øll ferðaavgjøld
- Øll ferðafólka avgjøld í Spania
- Gisting í 7 nætur
- Vælkomudrykk tá vit koma fram
- Vatn og vín við kvøldarbuffétina
- 3 matpakkar til gongutúrarnar til Montseny,
- Palamós og Blanes
- Vínsmakking við lokalum smárættum
- Bussur allar dagar sambart skrá
- Dugnaligur ferðaleiðari alla vikuna
- Døgntænastu
Vís á korti
Carrer de Mercè Rodoreda, 7, 17300 Blanes, Girona, Spain
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.