Ferðin
Góðu ferðafólk
Vit gleða okkum sera nógv til túrin til Oslo, tá fleiri enn 5000 føroyingar fara at savnast í Oslo at heppa upp á føroyska A-landsliðið hjá monnum.
Flúgving
Flogtíðin verður uml. 1 tíma og 40 minuttir.
Gisting
Hotellini, ið flest gista á eita Clarion Hotel the Hub****, Radisson Blu Plaza****, Thon Hotel Opera****, Comfort Børsparken, Comfort Grand Central og Comfort Karl Johan. Øll hotellini eru mitt í hjartanum í Oslo.
Av flogvølli til Oslo Centrum
Sí videobrotið hvussu tú skjótt og lætt kemur til Oslo Centrum, har flestu hotellini liggja. Tokið koyrir hvønn 10 minutt.
