Um ferðamálið - Gran canaria
Vit gleða okkum at bjóða tær møguleikan at uppliva Gran Canaria aftur hendan veturin. Strendurnar, sólin og býarlívið bíða eftir tykkum. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Gran Canaria er eitt ferðamál fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.
| Sí meira um møguleikarnar á Gran Canaria her (Trip Advisor)
Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Gran Canaria 19. og 29. desember.
Flogið verður eisini hvønn mánadag úr Føroyum, við heimferð úr Gran Canaria týsdagar, í tíðarskeiðnum frá 08. Januar til 25. Mars 2024.
Flogtíðin verður mett at taka 5 tímar og 10 minuttir
Vit gleða okkum at bjóða tær ein heitan og hugnaligan vetur í Gran Canaria - enn einaferð ella fyrstu ferð.
Send fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið
62°N - SO ER FERÐIN BYRJAÐ