• Njótið góðar løtur saman

    Barcelona

    Spania

Um ferðamálið - BARCELONA

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Barcelona í 2020

Hetta er 9. árið, at vit bjóða kundum okkara møguleikan at uppliva sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir.. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Barcelona er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

Flogið verður hvønn týsdag frá apríl til miðan oktobur


Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdagar kl. 08.00   -   lenda kl. 12.40   (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdagar kl. 13.30   -   lenda kl. 16.20   (lokalar tíðir)
Flogtíðin verður mett at taka 3 tímar og 30 minuttir

Vit gleða okkum at bjóða tær eina góða ferð til Barcelona, enn einaferð ella fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

Sangulí Resort Salou *****

Eitt 5 - stjørnað bungalow og camping resort í Salou, bert 100 metrar frá strondini og gongugøtuni í Salou. Har eru 5 svimjihylsumráðir at velja í og somuleiðis fleiri sløg av bungalows.

Nætur: 7

Prísir úr: 

úr 3.595,-
Víðari

H10 Mediterranean Village ****

Eitt frálíkt hotell, ið liggur á Cap Salou bert fáar metrar frá strondini. Kømurini er væl útgjørt við air condition, sjónvarp, terrassu, telefon og safety box.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.495,-
Víðari

H10 Cambrils Playa ****

Hetta hotellið liggur í einum friðaligum økið í Cambrils bert 50m frá strondini L´Esquirol. Kømurini er væl útgjørt við air condition, sjónvarp, terrassu, telefon og safety box.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.695,-
Víðari

H10 Delfin **** Adults only

Hetta er eitt "Adults Only" hotel sum liggur í hjartanum á Salou og beint við Levante strondina. Hotellið hevur 2 svimjihylar, eitt uttandura gosbað, venjingarhølið oa.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.995,-
Víðari

H10 Salou Princess ****

Hetta hotellið liggur mitt í býnum Salou og tætt við strondina. Hotellið hevur stóran uttandura svimjihyl, barnaundirhald oa.

Nætur: 7

Prísir úr: 

,-
Víðari

H10 Salauris Palace ****

Hetta hotellið liggur tætt við stuttleikaparkina Port Aventura & Ferrari Land og strond. Hotellið hevur stóran uttandura svimjihyl, barnaundirhald oa.

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.195,-
Víðari
Salou

Økið sunnanfyri Barcelona ið eitur Salou. Her hevur tú bestu karmarnar til eina væl eydnaða ferð - hetta er staðið fyri allar aldursbólkar: einstaklingar, pør ella familjur!
Frálík hotell, lekrar strendur og góðar matstovur.

Har afturat er høvuðsstaðurin í Katalonia, Barcelona, ein av mætastu stórbýunum í Europa, eitt nú innan móta, søgu og ikki minst arkitektur, har arkitekturin Antonio Gaudí, hevur sett sín heilt serliga dám á Barcelona.

Søguliga miðaldarkjarnin í Barcelona við síni heilt serligu atmosferu er tann ósvitaligi miðdepilin við óteljandi keypsmøguleikum, barrum og matstovum, og tí at býurin liggur beint við strondina, er ein serstakur stemningur yvir bæði býar- og strandarlívi.

|   Sí meira kunning um ferðamálið Barcelona, Salou her.

  

Bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi til tín sum hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning, skulu fylgja niðanfyri standandi mannagongd.

Prísur

 300,- tur/retur fyri hvønn
 Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Hevur tú keypt tína ferð frá okkum, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum í samband við komu og fráferð. Hetta er sera ómækaleyst. Tá ið tit eru lend og hava avheinta viðføri á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, sum heldur einum 62°N skelti. Bussurin avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við heimferðina.

Frá flogvøllinum til Barcelona

Danskur ferðaleiðari stendur klárur við skeltið við komu í Barcelona, og vísir kundunum hjá 62°N travel hvar bussurin stendur. Ferðleiðarin stendur við útgongd B í Terminal 2.

Frá Barcelona til flogvøllin

Bussurin avheintar allar 62°N gestir uml. 4 tímar áðrenn fráferðina hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Barcelona. Av tí at bussurin skal til fleiri ymisk hotellir, so er torført at siga nakað fast tíðspunkt. 

- Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 17:00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon sum hevur døgnvakt.
  • Hendan tænastan er einans til kundar hjá 62°N í samband við keypta ferð og uppihald í Costa Brava.