• Njótið góðar løtur saman

    Barcelona

    Spania

Um ferðamálið - BARCELONA

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Barcelona í 2020

Hetta er 9. árið, at vit bjóða kundum okkara møguleikan at uppliva sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir, sum t.d. Costa Brava. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Barcelona er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

KEYP FERÐINA ÁÐRENN 31. MARS 2020 OG TÚ FÆR HÁLVA PENSJÓN ÓKEYPIS Á AQUA HOTELLUNUM. 

Flogið verður hvønn týsdag frá 14. apríl til 21. oktobur


Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdagar kl. 08.00   -   lenda kl. 12.40   (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdagar kl. 13.30   -   lenda kl. 16.20   (lokalar tíðir)
Flogtíðin verður mett at taka 3 tímar og 30 minuttir

Vit gleða okkum at bjóða tær eina góða ferð til Barcelona, enn einaferð ella fyri fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

Yoga, ró og vælvera

Yoga, ró og vælvera

Í eina heila viku forkelar tú hvørja kyknu í kroppinum við yoga. Hesa vikuna fer Heibrith at leiðbeina teg ígjøgnum ymiskar “Asanas” yoga venjingar sum leystliga nema allan tín kropp og sinn. TÚRUR 2 ER ÚTSELDUR

Nætur: 7

Prísir úr: 

7.995,-
Víðari
Summartilboð

Summartilboð

Eitt frálíkt hotell, bert 100 metrar frá strondini og beint við gongugøtuni í Santa Susanna. Kømurini er væl útgjørd við aircondition, sjónvarpi, terrassu, telefon og virðisboks.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.395,-
Víðari
Hotel Montagut ****

Hotel Montagut ****

Hotellið er í býnum Santa Susanna, bert 150 m frá strondini og 200 m frá handilsmiðstøðini

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.495,-
Víðari
Hotel Aquamarina & Spa ****

Hotel Aquamarina & Spa ****

Eitt frálíkt hotell, bert 100 metrar frá strondini og mitt á gongugøtuni í Santa Susanna. Kømurini er væl útgjørd, við aircondition, sjónvarpi, terrassu, telefon og virðisboks.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.695,-
Víðari
Hotel Onabrava & Spa ****

Hotel Onabrava & Spa ****

Nýtt og lekkurt hotell, ið liggur á promenaduni (gongugøtuni) í Santa Susanna, bert fáar metrar frá strondini. Hotellið hevur stóran og lekran svimjihyl á 400 m2, og flestu kømur hava útsýni yvir havið

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.895,-
Víðari
Hotel Promenade ****

Hotel Promenade ****

Hotel Promenade liggur væl fyri í Pineda de Mar, heilt niðri við strondina. Lekkurt gistingarhús við góðum svimjihyli, har tú frítt kanst brúka sólstólar og sólverju.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.995,-
Víðari
Hotel Bertran Park ****

Hotel Bertran Park ****

Hotel Aqua Bertran Park liggur í tí meira friðarliga partinum av Lloret de Mar, 350 m frá strondini. Hotellið hevur 163 kømur, sum øll hava vesi, aircondition, sjónvarp, telefon, altan og virðisboks.

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.995,-
Víðari
Hotel Silhouette & Spa ****

Hotel Silhouette & Spa ****

Bert fyri vaksin! Hugnaligt hotel, ið liggur millum fleiri hotel og gistingarhús í Malgrat de Mar. Bert 250 m til strondina og gott shopping-øki beint við.

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.795,-
Víðari
Heyst tilboð

Heyst tilboð

Ferðast við familjuni í heystfrítíðini. Gisting á Aqua Hotel Montagut & Suite er eitt gott væl til tín ið ferðast við børnum.

Nætur: 7

Prísir úr: 

3.995,-
Víðari
Costa Brava

Økið norðanfyri Barcelona eitur Costa Brava. Hetta er millum tey best umtóktu støðini hjá føroyingum á Barcelonaleiðini. Her hevur tú bestu karmarnar til eina væl eydnaða ferð - hetta er staðið fyri allar aldursbólkar: einstaklingar, pør og familjur!
Frálík hotell, lekrar strendur og góðar matstovur.

Vakra Costa Brava liggur í landnyrðingspartinum, í spanska krókinum við Pyrineafjøllunum í baksýni. Strondin er 214 kilometrar og røkkur frá Blanes fyri sunnan til Portbou við markið til Fraklands, umleið 50 kilometrar norðan fyri Barcelona bý. Í Costa Brava eru vakrar, friðsælar strendur við gyltum sandi og hellu, ið geva einastandandi møguleikar fyri at snorkla og kava. Sameina vit hetta við mongu spennandi býirnar, vøkru miðaldarbygdirnar, frálíku merkisstaðirnar, katalansku mentanina, ríku søguna og tær kulinarisku upplivingarnar, so ger hettar Costa Brava til eitt tað mest spennandi økið í Spania.

Harafturat er høvuðsstaðurin í Katalonia, Barcelona, ein av mætastu stórbýunum í Evropa, eitt nú innan móta, søgu og ikki minst arkitektur, har arkitekturin Antonio Gaudí hevur sett sín heilt serliga dám á Barcelona.

Søguliga miðaldarkjarnin í Barcelona, við síni heilt serligu atmosferu, er tann ósvitaligi miðdepilin við óteljandi keypsmøguleikum, barrum og matstovum og tað at býurin liggur beint við strondina setur ein serstakan dám á bæði býar- og strandarlívið.

|   Sí meira kunning um ferðamálið Barcelona, Costa Brava her

 

 

bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi til tín, sum hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning, skulu fylgja niðanfyristandandi mannagongd.
Prísur

 300,- tur/retur fyri hvønn
 Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Skalt tú til Costa Brava og gista á einum av Aqua hotellinum, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum í samband við komu og fráferð. Hetta er sera ómakaleyst. Tá ið tit eru lend og hava heintað viðføri á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, sum heldur einum 62°N skelti. Síðani koyrir bussurin til Aqua hotellini í Costa Brava. Bussurin avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við heimferðina.

Frá flogvøllinum til Barcelona

Danskur ferðaleiðari stendur klárur við skeltið við komu í Barcelona, og vísir kundunum hjá 62°N travel, hvar bussurin stendur. Ferðleiðarin stendur við útgongd B í Terminal 2.

Frá Barcelona til flogvøllin

Bussurin avheintar allar 62°N gestir uml. 4 tímar áðrenn fráferðina hjá Atlantic Airways av flogvøllinum í Barcelona. Av tí at bussurin skal til fleiri ymisk hotell, so er torført at siga nakað fast tíðspunkt. Til tey, sum búgva á Nostre Mar, so heintar bussurin tykkum uttanfyri Hotel Promenade (sum liggur beint við), sama stað, sum tit blivu sett av.

- Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 17:00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon, sum hevur døgnvakt.
  • Hendan tænastan er einans til kundar hjá 62°N í samband við keypta ferð og uppihald í Costa Brava.