Hemsedal
Vit bjóða tær møguleikan, at uppliva tær skandinavisku alpurnar. Hemsedal er væl egnað til allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.
Hægsta skíð punktið í Hemsedal er í 1.450m hædd, og hevur tú tí møguleikan at standa á skíð her, heilt fram til 1. Mai.
Hemsedal hevur tríggjar toppar, har tú kann skíða frá. Tann longsti banin er 6 km, og er frá tí eina toppinum og heilt oman til skíð centrið. Har finnur tú eisini matarstøð, handlar og barnaumráðið, har tey minstu hugna sær.
Atlantic Airways flýgur til Oslo hvønn mikudag. At koyra úr Oslo til Hemsedal tekur uml. 3 tímar og 15 min.
Widerø flýgur til Bergen hvønn mánadag og fríggjadag. At koyra úr Bergen til Hemsedal tekur uml. 4 tímar og 10 min.
Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.