Hotel WakeUp Copenhagen **
Býarskái: 4 dagar / 3 nætur, úr 3.795,-
Fyri hvønn íroknað flogferð og gisting í dupultkamari við morgunmati.
Hotellið hevur 585 nýggj og nýmótans kømur og liggur mitt í Keypmannahavns sentrum við gongufrástøðu til Tivoli, Rådhuspladsen og Strøget. Hotellið er smart, nýmótans, og kann samanberast við mong 3-4 stjørna hotell í Keypmannahavn, men príslegan hoyrir til 2 stjørnur. Tað er arbeiðsborð, flatskermur, airconditio og ókeypis internet á øllum kømurunum. Hotellið er sniðgivið eftir Kim Utzon við høgari góðsku.
Hotellið bjóðar eina serstaka morgunmatar uppliving við panorama útsýni yvir Keypmannahavn frá 10. hædd.
Prísdømi:
Prísur fyri hvønn ferðandi í dupultkamari, |
úr 3.795,- |
Íroknað flogferð og gisting við morgunmati, tá 2 vaksin ferðast og gista saman í lágárstíð. | |
Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn) | |
Einakamar | úr 1.500,- |
Wakeup sky | |
Wakeup heaven | |
Wakeup large | |
Wakeup family | |
Sí meira um kømurini her. |
Legg til merkis
- Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum ímillum Vágar og Keypmannahavn.
- Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
- Avmarkað nøgd.
Bílegging
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Skriva til booking@62n.fo ella ring á telefon 34 00 00
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin