Søguráðstevna

Leikluturin hjá fróðskaparsetrum í smáum samfeløgum

“Leikluturin hjá fróðskaparsetrum í smáum samfeløgum”

Soleiðis eitur ráðstevna, sum Fróðskaparsetur Føroya saman við NUSCT skipar fyri í døgunum 2. og 3. juni 2025. NUSCT er samstarv millum fróðskaparsetur í smáum londum og økjum, sum Setrið er limur í, og ráðstevnan verður skipað í sambandi við, at felagsskapurin hevur aðalfund í Føroyum.

Á Ráðstevnuni fara granskarar úr limalondum at viðgera, hvønn leiklut og hvørja ávirkan fróðskaparsetur í smáum londum og økjum hava á samfelagið, tey runnin úr og eru partur av. Fleiri fyrilestrarhaldarar eru úr Føroyum og Íslandi, men San Marino, Andorra, Montenegro og Danmark eru eisini umboðað. Eftir miðmálan fyrra dagin er sonevndur key-note fyrilestur á skránni við fyrrverandi forseta Íslands, Guðni Thorlacius Jóhannesson

Fróðskaparsetur í slíkum smáum samfeløgum eru ofta stovnað við einum serligum endamáli. Endamálini kunnu vera so ymisk. Tað kann vera fyri at varðveita mál og mentan, sum var upprunin til Fróðskaparsetur Føroya, ella fyri at varðveita okkurt annað, sum er serstakt fyri økið. Í øðrum førum eru fróðskaparsetur sett á stovn fyri at forða fyri, at fólkatalið fer at minka, tí ungdómurin fer aðrastaðni at lesa og ikki kemur heim aftur. Hetta er alt við til at gera, at fróðskaparsetur í smáum londum og økjum hava ein øðrvísi leiklut í samfelagnum, enn størri og ofta eldri fróðskaparsetur hava.

Fyrilestrar eru allan mánadagin 2. juni og týsdagin 3. juni fyrrapart við hesi fyribils skrá:

Sunday 1. June

19.00 – 20.00 Hotel Hilton, Ice-breaker in bar

Monday 2. June

08.30 Welcome and registration

09.00 Introduction

09:15 Sigri M. Gaini, Føroyar: The Role of Universities in Small Scale Societies

09.45 Runa Preeti Ísfeld, Føroyar: Demographic challenges – societal role of universities in terms of migration and gender

10.15 Erling Isholm, Føroyar: Comparing different origins of universities from small countries and territories.

10.45 Coffee

11.15 Sigurður Kristinsson and Anna Ólafsdóttir, Iceland: The democratic value of universities in small-scale societies

11.45 Jens Christian Svabo Justinussen, Føroyar: Small universities in small scale societies and the trade-off between specialisation and diversification

12.15 Roberto Paci Dalò and Alessandro Renzi, San Marino: The Power of Radio

12.45 – 13.45 Lunch

13.45 Key-Note speaker:  Guðni Thorlacius Jóhannesson:The last bastions of nationalism in academic circles

14.30 Dewan Ahsen, Denmark: Why Collaboration Between Universities, Industry, and Communities is Critical for Achieving Sustainability

15.00 Coffee

15.30 Karen Venturini, San Marino: Developing innovative educational approaches to gender-based violence: the case of the University of San Marino

16.00 Nebojša B. Vučinić and Sanja Grbović, Montenegro: The Role of Universities in Montenegro in Preserving and Promoting Montenegrin Culture and Language in the Digital Age

16.30 END

17.30 – 18.45 Optional sightseeing tour in the oldest part of Tórshavn. Walking distance from venue to no-host dinner at Katrina Christiansen

Tuesday 3. June

09.00 Montserrat Casalprim Ramonet og Cristina Yáñez de Aldecoa: The University of Andorra as a driver of social mobility and employability

09.30 Bárður Larsen, Føroyar: Universities and the problem of academic authority in small societies

10.00 Matthias Kokorsch, Iceland: The University Centre og the Westfjords turns 20 – A success story in regional transformation and community development?

10.30 Coffee

11.00 Erland Viberg Joensen, Føroyar: TBA

11.30 Marco Greggi, San Marino: Small Societies and Special Needs: The Case for a Coherent Tax Policy

12.15 – 13.00 Lunch

13.00 – 18.00 Excursion to the island of Vágar, visiting Múlafoss, coffee & cake in the small village Bø and guided tour to WW2 museum

19.00 Arrival from hotel to Conference dinner in the historical village, Kirkjubø

19.15 – 22.00 Dinner in the old farm, Roykstovan

22.00 – Taxi transport  to the hotel 

Áhugað eru vælkomin á ráðstevnuna. Kostnaðurin er 675 krónur, og íroknað í kostnaðin eru miðmáli báðar dagarnar og tað, sum verður at fáa í steðgunum.

Bústaður: J.C. Svabos gøta 14, Tórshavn, Faroe Islands

Telefon: +298 352500

Teldupostur: setur@setur.fo

Heimasíða: www.setur.fo

Bústaður: c/o University of Akureyri, Solborg, v/Nordurslod, 600 Akureyri, Iceland

Telefon: +354 460 8035

Teldupostur:

Heimasíða: www.nusct.net

Hevur tú fyrispurningar um ráðstevnuna, ert tú vælkomin at venda tær til 62°N á:

+298 34 00 00 / mice@62n.fo