Gongutúrur Catalonia
Í septembur 2025 ber til at uppliva Katalonia í Spania á ein heilt annan hátt.
Vit fara at ganga ígjøgnum hugnaligar, smáar bygdir, víngarðar og njóta vøkru náttúruna. Í septembur 2025 ber til at uppliva Catalonia í Spania á ein heilt annan hátt.
Vit fara at skipa fyri einum gongutúri í eina viku, har vit, hvønn dag, ganga nýggjar leiðir og ferðast á ein hátt, sum gevur okkum møguleika at síggja tað besta, ið Catalonia hevur at bjóða. Vit fara at ganga ígjøgnum hugnaligar, smáar bygdir, víngarðar og njóta vøkru náttúruna. Á túrinum ganga vit í fjølbroyttum landslagi, síggja allar tær vøkru vatnkeldurnar og fara sjálvandi eisini at royna lokalan mat og frískligt vín.
Hetta verður ein ferð fyri allar sansir! Tú fær eitt innlit í katalanska mentan, møguleika at hitta vinarlig, lokal fólk – ein uppliving, ið tú seint fer at gloyma. Ein gongutúrur, ið ikki bert tekur teg ígjøgnum Spania, men eisini á tína egnu dreymaferð
10. septembur – 17. septembur 2025 – Útselt.
17. septembur – 24. septembur 2025
Prísur fyri hvønn vaksnan í dupult kamari
Úr 11.995 kr.
Prísur fyri hvønn vaksnan í einkult kamari
Úr 13.590 kr.
Pakkin inniheldur
- Beinleiðis flogferð t/r
- Øll ferðaavgjøld
- Ferðafólka avgjøld í Spania
- Bussflutning t/r
- Gisting í 4 nætur á Hotel de Camprodon
- Gisting í 3 nætur á Hotel GHT Sa Riera
- Hálv pensjón við vatn & vín
- Atgongumerkir til Dalí Savnið í Figueres og Botaniska Havan Santa Clotilde í Lloret
- Sandwich til gongutúrarnar
- Ferðaleiðari er við á túrinum
- Ferðaleiðari á gongutúrunum
Vís á korti
Plaza Doctor Robert, 3, 17867, Camprodon, Barcelona, Spain
Send fyrispurning nú
Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.
Legg til merkis
Tilboðið er útroknað eftir bíligastu ferðaseðlunum ímillum Vágar og Barcelona.
Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt.
Avmarkað nøgd