Leys størv
Vit søkja eftir sølu- og ferðaráðgeva

Sølu- og ferðaráðgevi
Dámar tær at arbeiða við spennandi, fjølbroyttum uppgávum í einari vinnu, har nógv ferð er á, og hevur tú góð evni at skapa framdrátt og arbeiða sølufremjandi?
Ert tú tænastusinnað/ur, søluhugað/ur og góð/ur til at hava yvirlit, eisini tá nógv er at gera?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Sum Sølu- og ferðaráðgevi verður tú ein týðandi partur av okkara søludeild.
62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virksemi: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, samskipan av ráðstevnum, søla og ráðgeving av vinnuferðum, starvsfólkaútferðir o.m.a.
Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi, og tí søkja vit nú eftir einum dugnaligum Sølu- og ferðarágeva til okkara søludeild.
Um starvið:
Sum Sølu- og ferðarágevi verður tú ein virkin partur av søludeildini, og eitt bindilið ímillum ímillum kundan, veitarar og samstarvspartnarar.
- Søla og ráðgeving um ymisk ferðamál
- Søluarbeiði og uppsøkjandi søluarbeiði
- Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
- Charter bíleggingar
- Kundatænastu og samskifti
- At skipa dagligar uppgávur og tryggja eitt høgt tænastustøði
- At menna deildina saman við toyminum og menningarstjóranum
- Nýhugsan og samanseting av nýggjum ferðum
- Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni
Vit vænta at tú:
- Hevur viðkomandi sølu royndir
- Hevur eitt gott yvirlit og dugir væl at samskipa og raðfesta uppgávur
- Megnar at leggja til rættis og stýra egnum uppgávum og fyrispurningum
- Er tænastusinnað/ur
- Er nýhugsin og dámar at hava ábyrgd
- Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
- Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
- Hevur lokið HH-prógv, Studentsprógv ella líknandi miðnámsútbúgving
- Kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina er ein fyrimunur, men ikki ein treyt
Vit bjóða:
Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, har tú fær møguleika at gera mun. Tú kemur at arbeiða í einari spennandi vinnu, har nógv ferð er á og uppgávurnar fjølbroyttar. Tú verður partur av einum sterkum felagsskapi, har trivnaðurin altíð er í hásæti, og dentur verður lagdur á starvsfólkamenning.
Umsókn og freist
Talan er um eitt fulltíðar starv, við starvsetan skjótast gjørligt. Send okkum tína umsókn og lívrensl (CV) í seinasta lagið er 9. oktobur 2026 á teldupost starv@62n.fo
Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett eftir nærri avtalu og viðkomandi royndum.
Samband
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leivur Samuelsen, stjóra. Tlf. 733 505 ella send ein teldupost til leivur@62n.fo

Veist tú, hvat er IN og KUL á SoMe, áðrenn øll hini vita tað?
So er tað kanska tær, vit leita eftir.
SKAPA INNIHALD, SUM FANGAR OG SELUR
62°N søkir eftir einum kreativum SoMe-starvsfólki, sum dugir væl at arbeiða við sosialum miðlum. Tú skalt fáa fólk at droyma um sína næstu ferð, fáa hug at pakka kuffertið, droyma um at vitja Føroyar, ella bóka eina nátt á 62°N Hotel.
Tað snýr seg ikki bara um at leggja okkurt út. Tú skalt skilja okkara brand og kundar, og skapa livandi og sølufremjandi innihald, sum skapar forvitni.
TÚ SKAL MILLUM ANNAÐ:
- framleiða innihald til Facebook, Instagram og TikTok
- taka góðar myndir og gera fangandi video
- klippa Reels, Stories og TikTok-video
- skriva stuttar og góðar tekstir
- leggja SoME-ætlanir og kampagnur saman við marknaðarstjóranum
- fylgja við trendum og vita, hvat rørir seg á sosialum miðlunum
- hjálpa okkum at selja ferðir, upplivingar, Føroyar sum ferðamál og hotellnætur á ein kreativan hátt
VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ:
- ert sera trygg/ur á sosialum miðlum
- elskar at taka myndir, filma og klippa video
- hevur eitt gott visuelt eyga og ans fyri detaljum
- veist hvat er kul, aktuelt og fangar her og nú
- dugir at lurta, skilja eitt brand og raka rætta tónan
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/ur og álítandi
- torir at koma við hugskotum og royna nakað nýtt
- dugir at skriva livandi og flótandi føroyskt og enskt
- skilir, at gott innihald eisini skal skapa áhuga og sølu
Tú nýtist ikki at hava eina ávísa útbúgving. Tað týdningarmesta er, at tú veruliga dugir og tímir hetta.
Starvið er umleið 20 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin kann í stóran mun tillagast. Starvið kann hóska væl til tín, sum gongur í skúla ella lesur. Arbeiðsstaðurin er í Gundadali, men tú fert eisini út at skapa innihald á 62°N hotellinum og í sambandi við ferðir, tiltøk, ráðstevnur, ið vit skipa fyri og upplivingar í Føroyum
Hví 62°N?
Hjá okkum fært tú nógv kreativt frælsi og møguleika at seta tín egna dám á okkara sosialu miðlar. Tú verður partur av einari spennandi føroyskari ferðavinnufyritøku, har gerandis- dagurin er fjølbroyttur, og har innihaldið kann snúgva seg um alt frá hotellupplivingum til stórar konsertferðir, spennandi ferðamál og ævintýr kring allan heimin… eisini í Føroyum.
Hevur tú hug at verða ein partur av einum lívligum og loyalum toymi?
Send tína umsókn, eitt sindur um teg og nøkur dømi um myndir, video, Reels, TikTok ella annað innihald, tú hevur gjørt. Tað nýtist ikki at vera perfekt. Vit vilja fyrst og fremst síggja tín stíl, tíni hugskot og tað, tú dugir.
Spurningar: Send ein teldupost ella ring til Beintu Joensen: beinta@62n.fo, tlf. 733 540
BYRJA SKJÓTAST GJØRLIGT 🙂