Ibis Styles Magdeburg 13. – 19. januar

Julius-Bremer-Straße 15, 39104 Magdeburg

Ibis Styles Magdeburg er eitt nýmótans og litríkt hotell við sera góðari staðseting mitt í Magdeburg. Hotellið hevur eina hugnaliga og óformella atmosferu og liggur stutt frá handlum, matstovum, kaféum og býarlívinum. Morgunmatur, ókeypis WiFi og hugnaligt lounge og barr øki.

Prísur: úr 11.195 kr. fyri hvønn í dupult kamari.

Íroknað prísinum er:

– Beinleiðis flog við Atlantic til Hannover t/r

– 6 nætur í dupult kamari á Ibis Styles Hotel, ið fær sera góð ummæli

– Morgunmatur hvønn morgun

– Bussur frá Hannover til Magdeburg t/r

– Atgongumerki cat 3 til allar dystirnar

– Øll ferðaavgjøld

Gjalding:

Depositum á 2.000 kr. skal gjaldast við bílegging, og verður ikki endurgoldið við avlýsing. Restgjaldið skal gjaldast áðrenn 15. novembur 2026, og tá er keypið bindandi og verður ikki endurgoldið. Tó ber altíð til at gera eina navnabroyting 1.000 kr. pr. pers.

Bílegg her: booking@62n.fo – hm@62n.fo