Maritim Hotel Magdeburg
Otto-von-Guericke Strasse 87, 39104 Magdeburg
Maritim Hotel Magdeburg er eitt stórt hotell mitt í sentrum í Magdeburg við 518 kømrum. Hotellið liggur umleið 200 metrar frá jarnbreytarstøðini. Frá hotellinum er stutt til handilsøki, matstovur, barrir og til fleiri kend støð í býnum. Standard/Classic dupultkømrini eru 28 m², hava dupultsengur, lítið arbeiðsøki, 40″ TV, mini-køliskáp, safety boks, ókeypis WiFi, aircondition og egið baðirúm.







Prísur: úr 11.495 kr. fyri hvønn í dupult kamari.
Íroknað prísinum er:
– Beinleiðis flog við Atlantic til Hannover t/r
– 6 nætur í dupult kamari á Maritim Hotel, ið fær sera góð ummæli
– Morgunmatur hvønn morgun
– Bussur frá Hannover til Magdeburg t/r
– Atgongumerki cat 3 til allar dystirnar
– Øll ferðaavgjøld
Prísur fyri einkult kamar: úr 15.895 kr.
Gjalding:
Depositum á 2.000 kr. skal gjaldast við bílegging, og verður ikki endurgoldið við avlýsing. Restgjaldið skal gjaldast áðrenn 15. novembur 2026, og tá er keypið bindandi og verður ikki endurgoldið. Tó ber altíð til at gera eina navnabroyting 1.000 kr. pr. pers.
Bílegg her: booking@62n.fo – hm@62n.fo