Ferðin

Góðu ferðafólk,

Vit gleða okkum sera nógv til EM túrin til Oslo, tá fleiri enn 5000 føroyingar fara at savnast í Oslo at heppa upp á føroyska A-landsliðið hjá monnum.

​​

Flúgving

Flogtíðin úr Føroyum til Oslo verður uml. 1 tíma og 40 minuttir. ​

Gisting

Øll hotellini, ið vit hava bókað og gjørt avtalu við, liggja øll mitt í hjartanum í Oslo. Flest føroyingar gista á:

Clarion Hotel the Hub****

Radisson Blu Plaza****

Thon Hotel Opera****

Comfort Børsparken

Comfort Grand Central

Comfort Karl Johan

Av flogvøllinum til Oslo sentrum

Tá tú lendir í Oslo Lufthavn Gardermoen, er sera lætt og ómakaleyst at taka “Flytoget” (Airport Express Train) beinleiðis til Oslo S (sentralstøðina)

Og víðari frá Oslo S, er sera stutt at ganga til Clarion the Hub Hotel, Radisson Blu Plaza, Thon Opera Hotel og øll hini hotellini, ið liggja lið um lið.