Hotel Motel One Magdeburg 13. – 19. januar

Domplatz 5, 39104 Magdeburg

Hotel Motel One Magdeburg er eitt nýmótans “designhotell,” ið liggur mitt í vakra miðbýnum í Magdeburg. Hotellið hevur góð og væl innrættað kømur, eru ljós, hava egið baðirúm, 40″ TV, ókeypis WiFi og air condition – alt, sum tú hevur brúk fyri eftir ein spennandi HM-dag í Magdeburg. Motel One liggur beint við Domplatz og Magdeburger Dom. Eisini er ómakaleyst at koma til GETEC Arena við toki ella á annan hátt.

Prísur: úr 11.195 kr. fyri hvønn í dupult kamari.

Íroknað prísinum er:

– Beinleiðis flog við Atlantic til Hannover t/r

– 6 nætur í dupult kamari á Hotel Motel One, ið fær sera góð ummæli

– Morgunmatur hvønn morgun

– Bussur frá Hannover til Magdeburg t/r

– Atgongumerki cat 3 til allar dystirnar

– Øll ferðaavgjøld

Prísur fyri einkult kamar: úr 13.995 kr.

Gjalding:

Depositum á 2.000 kr. skal gjaldast við bílegging, og verður ikki endurgoldið við avlýsing. Restgjaldið skal gjaldast áðrenn 15. novembur 2026, og tá er keypið bindandi og verður ikki endurgoldið. Tó ber altíð til at gera eina navnabroyting 1.000 kr. pr. pers.

Bílegg her: booking@62n.fo – hm@62n.fo