Gongutúrur í Spania 2027

ES

Barcelona

Vit hava heili tríggir nýggir gongutúrar í 2027.

  • Vár gongutúrur 22. – 29. apríl 2027 í Katalonia, Spania.
  • Juni gongutúrur í Norður Italia fyrst í juni, dato verður kunngjørt seinni.
  • Heyst gongutúrur í septembur í Katalonia, Spania. Dato verður kunngjørt seinni.

Vár gongutúrur 22. apríl – 29. apríl 2027

Uppliva Katalonia, staðbundnan mat og eina vakra, spanska náttúru

Kom við okkum á ein gongutúr, har vit fara at uppliva Katalonia á ein heilt serstakan hátt. Hesin gongutúrurin samantvinnar bæði mentan, náttúru, góðan mat og so kobla vit 100% frá gerandisdegnum.


Vit ganga ígjøgnum grønar skógir, gamlar fjallaleiðir og vitja sjarmerandi smábýir. Á vegnum njóta vit góðan, lokalan mat og hoyra spennandi søgur úr økinum. Harumframt verður eisini møguligt at vitja víngarðar, har vit fara at royna lokalt vín og cava.


Eisini verður tíð til at slappa av.
Ímillum gongutúrarnar er tíð sett av til friðarligar løtur á strondini, café vitjan og eina fríløtu í Barcelona, har tú sjálv/ur kanst velja, um tú hevur hug til at shoppa, royna lokalan mat ella okkurt heilt annað.


Hvør dagur bjóðar nýggjar upplivingar.
Ferðin er til tín, sum dámar at røra teg og samstundis ynskir, at njóta sólina og eitt vakurt útsýni.
Bæði rørsla, ró og hugni er á skránni hvønn dag.


Droymir tú um náttúru, útsýni, mentan, góðan mat og ógloymandi løtur?

So er hesin túrurin júst til tín.

Prísur fyri Vár gongutúrin 22. – 29. apríl 2027:

kr. 11.995,- fyri hvønn í dupult kamari

kr. 13.495,- fyri hvønn í einkult kamari

Fyrsta gjald skal gjaldast við bílegging, og er á kr. 3.000,- fyri hvønn.

Seinna gjald skal gjaldast tveir mðr. áðrenn fráferð.

*Fyrsta gjald verður ikki endurgoldið við avlýsing 

Pakkin inniheldur
  • Flog til Barcelona t/t
  • Øll ferðaavgjøld
  • Øll ferðafólka avgjøld í Spania
  • Gisting í 7 nætur
  • Vælkomudrykk tá vit koma fram
  • Vatn og vín við kvøldarbuffétina
  • 3 matpakkar til gongutúrarnar til Montseny,
  • Palamós og Blanes
  • Vínsmakking við lokalum smárættum
  • Bussur allar dagar sambart skrá
  • Dugnaligur ferðaleiðari alla vikuna
  • Døgntænastu

Vís á korti

Carrer de Mercè Rodoreda, 7, 17300 Blanes, Girona, Spain

Send fyrispurning nú

Send okkum tín fyrispurning. Ring ella støkk inn á gólvið. Vit hjálpa tær fegin.

Get in touch

Do you have a special plan? Or would like to a personalised trip to the Faroe Islands? Send us a message with your request, and we will do our very best to give you exactly that.

Avmarkað nøgd.