• Samstarv við

    Krabbameinsfelagið

Samstarv við Krabbameinsfelagið 

62°N vinna og Krabbameinsfelagið hava í 2017 gjørt eina samstarvsavtalu, sum inniber at 62°N vinna letur ein fíggjarligan stuðul til Krabbameinsfelagið. Hvørja ferð ein fyritøka ella stovnur hevur ein ferðandi við 62°N vinnu, verður ein upphædd latin Krabbameinsfelagnum. Tað fer fram á tann hátt, at 15 krónur verða latnar í stuðli fyri hvønn ferðandi, sum hevur eina gjøgnumførda ferð, sum verður bíløgd hjá 62°N vinna. Og jú fleiri ferðandi eru, tess størri verður stuðulin. Ferðaseðilin kostar ikki nakað eyka, men er hetta ein stuðul sum 62°N vinna letur.

 

Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um samstarvið við vinnudeilduna hjá 62°N, og vit vóru skjót at siga ja, tá ið stjórin í 62°N spurdi okkum, um vit vóru áhugað. Inntøkurnar hjá Krabbameinsfelagnum eru í høvuðsheitum limagjald, gávur frá einstaklingum og gávur frá feløgum. Jú fleiri stuðla Krabbameinsfelagnum, betur fáa vit hjálpt. vit fáa Hjálpt teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, og teimum sum varða av og eisini teimum, sum granska, soleiðis at krabbameinsgátan einaferð kann verða loyst.

durita tausen, forkvinna í krabbameinsfelagnum

Døgntænasta:

+298 340010

vinna@62n.fo