• 62°N Tours

    Útferð til Kallin og Kópakonuna

    úr Klaksvík

Útferð til Kallin og Kópakonuna

Í samstarv við bátin, Dragin KG212, skipar 62°N fyri útferðum út frá Klaksvík. Siglt verður úr Klaksvík út á pollin við panorama útsýni mitt millum Kalsoynna, Borðoynna og Kunoynna. Leiðin gongur yvir ímóti eini av hægstu oyggjunum í Føroyum, Kunoynni. Siglt verður norðeftir tætt inn at Kunoynni við stórslignum fjøllum og homrum allan vegin. Komin til Kunoyar bygd, verður siglt tvørturum Kalsoyarfjør framvið Trøllanesi og norður um oynna til Vitan á Kallinum. Um viðrar sigla vit til Kalsvík við ríkum fuglalívi í bergunum. Túrurin endar við at sigla aftur til Mikladals og síggja Kópakonuna. Ein flottur túrur, siglandi millum høg fjøll, ríkt fuglalív og ótrúliga nógv at síggja uppá 3 tímar.

Prísur pr. vaksin: 700 DKK
Børn undir 12 ár: 350 DKK

Siglingarætlan:
15-07-2021, 10:00
17-07-2021, 10:00
19-07-2021, 10:00
22-07-2021, 10:00
24-07-2021, 10:00
26-07-2021, 10:00
02-08-2021, 10:00
05-08-2021, 10:00
07-08-2021, 10:00
09-08-2021, 10:00
14-08-2021, 10:00

Pláss er fyri 30 persónum. 

Søgan um Dragin KG212

Dragin varð smíðaður í Keypmannahavn í 1945. Við ársbyrjan í 1946 keypti Ingvard Martin Jacobsen í Leirvík bátin. Eigaraviðurskiftini broyttust aftur nakrar ferðir til 1986, tá ið Grímur Lassen í Klaksvík keypti Dragan, ið fekk nummarið KG 212.  

Báturin fekk upphøggingarstuðul í 1991 og varð strikaður sum fiskiskip. Tá keypti Hans Eli Hansen í Klaksvík bátin og seldi hann aftur til grunnin ”Dragan KG 212”. Endamálið var at umvæla og umbyggja farið til skúlaskip og at skapa áhuga fyri føroyskari sigling sum heild.

Farið varð av umbyggja Dragan í 1992, og í ellivu ár arbeiddu dragamenninir, sum teir vórðu róptir, miðvíst fram ímóti máli sínum. Skipið varð fullkomiliga tømt, eisini garneringina tóku teir burtur, so bara sjálvur skrokkurin stóð eftir. So fóru teir at smíða og kalfatra. Manningin gjørdi alt sjálv, eisini matrum og bummum tók hon sær av. Summarið 2003 var endiliga komið á mál. Dragin hevur seglføring sum galeasa, motorurin er ein 210 hesta Volvo Penta, koyggjurnar eru tólv.

BÍLEGG

Bílegg pláss á:

incoming@62n.fo

+298 340060

Avlýsing

Legg til merkis, at veður og vindur kann ávirka hvussu siglt verður, og hetta kann møguliga ávirka tína bílegging. Í so fall, at túrurin verður avlýstur orsaka vánaligum veðri, so verður øll upphæddin endurrinda.