Memira, eygnaviðgerð
Troytt/ur av linsum og brillum?
Kom við 62°N til Danmarkar og fá eygnaviðgerð á framkomna Memira, sum liggur mitt í Keypmannahavn - beint við Hovedbanegarðin. Memira bjóðar mest framkomnu tøknina, og helst bestu tænastuna í heiminum innan viðgerðir av eygum. Við yvir 15.000 viðgerðum árliga, er Memira størsti veitarin av tílíkum viðgerðum í Norðanlondum. Les meira um Memira á teirra heimasíðu her
PAKKAFERÐ: 4 dagar / 3 nætur, úr 32.995,-
Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Keypmannahavn, og viðgerðin strekkir yvir tríggjar dagar. Fyrsti dagurin verður nýttur til forkanning, næsti dagurin fer til viðgerðina sjálva og triðji dagurin verður brúktur til eina eftirkanning. Alt samskifti við starvsfólkini á Memira er á donskum.
Gist verður á Hotel Hebron, sum liggur bert 350 m frá viðgerðarstaðnum. Møguleiki er tó fyri, at velja annað gistingarhús, mótvegis einum møguligum eyka kostnaði. Íroknað prísinum er eisini ein eftirkanning sum er uml. 3 mánaðir aftaná viðgerðina, og verður hendan eftirkanningin gjørd hjá einum Memira-góðkendum optikara í Tórshavn.
Memira veitir 5 ára garanti á øllum viðgerðum, og skuldi tørvur verið á einari eftirviðgerð, so er hendan viðgerðin ókeypis. Tó ber kundin kostnaðin av ferðaseðil og gisting.
Prísur fyri fylgjara, ið gistur í sama dupultkamari, við flogferð úr 3.195,-
Les hvat onnur siga um Memira á TrustPilot
Legg til merkis
- Tilboðið er roknað út eftir bíligastu ferðaseðlunum, ið eru tøkir
- Tilboðið er roknað út eftir at tvey vaksin gista saman í dupultkamari
- Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði og hvat er tøkt
Bílegging
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Skriva til gudrun@62n.fo ella ring á telefon 34 00 00
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin