• Balsam fyri likam og sál

    Gongutúrur - Camino de Santiago

    7 dagar / Heyst 2020

GONGUTÚRUR - CAMINO DE SANTIAGO

Hetta er ein av heimsins kendastu pílagrímsrutum. Hesin teinurin førir teg til grøvina hjá apostlinum "Jakob" í tí spanska býnum Santiago de Compostela. Vit byrja túrin í Bilbao og enda við høvuðs kirkjuna í Santiago, ið eisini merkir "Sankt Jakob"

FASTUR PRÍSUR, EINKI ROKS!

GONGUFERÐ: 8 dagar / 7 nætur, 12.995,- 
Fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og gongutúrum vm, tá ið 2 vaksin ferðast og gista saman.  

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

 

 

Flogtíðirnar

Vágar - Barcelona:                                    Fráferð týsdag 6. oktobur kl. 08:10 - lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Bilbao:                                   Fráferð týsdag 6. oktobur kl. 15:55 - lenda kl. 17:10 (lokalar tíðir)
Santiago de Compostela - Barcelona:      Fráferð týsdag 13. oktobur kl. 06:50 - lenda kl. 08:35 
(lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:                                    Fráferð týsdag 13. oktobur kl. 13:30 - lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 12.995,-

Eyka kostnaður um ein ynskir, at gista í einakamar 2.500,-

 

Skrá fyri túrin

Dagur 1

Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Barcelona. Vit lenda í Terminal 2 og skulu síðani skifta til terminal 1, har flogið verður til Bilbao.

Vit koma til Bilbao, har okkara dansktalandi ferðaleiðari tekur ímóti okkum og førir okkum til hotellið í miðbýnum. Ein stuttur gongutúrur í gamla býarpartinum, førir okkum til matstovuna, har vit eta døgurða við vatni og víni.

 

Dagur 2 

Guggenheim og modernaða Bilbao. Um morgunin fara vit ein gongutúr framvið ánni Nervión og vitja listasavnið Guggenheim, heimskenda bygningin hjá kanadiska arkitektinum Frank Gehry. Tá hesin eyðkendi bygningurin lat upp í 1997, byrjaði ein kollveltandi broyting av álvara í hesum fantastiska baskiska býnum. Higartil hevði býurin verið ein stórur ídnaðarbýur uttan nakað ferðafólkatekki yvirhøvur. Nú eru gomlu verksmiðjurnar soraðar, ídnaðurin er fluttur út úr býnum til nýggj, nútímans virkir, og Bilbao er aftur vorðin ein dragandi, reinur og áhugaverdur býur, sum ferðafólk í hundraðtúsundatali vitja hvørt ár. Seinnapartin fáa tit høvi, at kanna býin sjálvi.

 

Dagur 3 

Vínøkið La Rioja og Burgos. Í dag fara vit úr Baskaralandi og seta kósina móti mest viðurkenda vínøkinum í Spania, La Rioja. Um morgunin fara vit okkara fyrsta túr eftir pílagrímsleiðini Camino de Santiago, og ganga tá gjøgnum stórar víngarðar, hvørs staðseting er fullkomin fyri vínberjarunnarnar. Síðani fara vit til Santo Domingo de la Calzada, sum er ein varði á pílagrímsleiðini. Fyri túsund árum síðani bygdi ein einabúgvi, Domingo, eina brúgv yvir um ánna Oja, og eisini eitt býli til pílagrímarnar. Hesin býurin er just rætta staðið til miðmála við øllum sínum barrum við hugnaligum terassum.

Seinnpartin fáa vit eina rundvísing á einum av teimum lokalu Rioja víngørðunum (bodega). Vit læra um ymisku stigini í at gera vín, hvussu tað skal goymast, og hvussu tað skal smakkast! Tá ið vit eru liðug her, koyra vit til Burgos, har vit tjekka inn á hotellið, áðrenn vit fara inn í miðbýin í hesum miðaldarbýnum at eta døgurða.

Gingið verður uml. 15km (tilber eisini at ganga ein styttri tein)

 

Dagur 4 

Campos de Castilla. Aftaná morgunmatin tjekka vit út úr hotellinum í Burgos og koyra til Campos de Catilla-økið, har vit aftur ganga eftir Camino de Santiago. Vit halda á til bygdina Frómista, har vit eta miðmála og høvi verður, at vitja romansku kirkjuna San Martín. Seinnapartin koma vit til León og har tjekka vit inn á hotellið, áðrenn vit fáa eina rundferð í býnum. Her síggja vit millum annað ein bygning hjá Gaudí og gotiska katedralin, sum er kendur fyri síni glasmosaikk-vindeygu. Síðani eta vit døgurða.

Gingið verður uml. 12,5km (tilber eisini at ganga ein styttri tein)

 

Dagur 5 

El Bierzo. Vit fara úr León og til Astorga um morgunin. Har vitja vit í bispaslottinum, eitt av teimum fáu verkunum hjá Gaudí, ið ikki liggja í Barcelona. Slottið er fult av átrúnaðarligari list. Aftaná miðmála steðga vit stutt í Castrillo de los Polvazares, ein gomul og hugnalig bygd, har allir bygningarnir eru gjørdur úr gomlum steinum. Haðani ganga vit upp á Irago-fjallið og taka ein andaligan støðg við Cruz de Fierro, ein varði á pílagrímsleiðini. Í næstu bygdini, El Acebo, taka vit eina aðra leið á pílagreimsleiðini, har vit njóta góða útsýnið yvir Bierzo-økið. Vit enda við døgurða á eini hugnaligari matstovu í Molinaseca, innast í dalinum. Vit gista í Ponferrada. 

Gingið verður uml. 13,5km (tilber eisini at ganga ein styttri tein)

 

Dagur 6 

Vit koma til Santiago de Compostela. Í dag byrja vit seinasta strekkið til Santiago de Compostela, ið er mál okkara og túsundtals pílagrímum. Okkara fyrsti steðgur er í O Cebreiro, ein týdningarmikil bygd á pílagrímsleiðini. Her liggur elsta kirkjan, sum vit fara at vitja, úr pre-romanskari tíð, og tað er eitt heilt serligt loyndarmál knýtt at henni. Vit eta miðmála í strandarbýnum Portomarín. Á síðsta strekkinum móti Santiago steðga vit á Monte de Gozo, Gleðisfjallinum, við vøkrum útsýni yvir Santiago bý. Vit eta og gista í Santiago.

Gingið verður uml. 16km (tilber eisini at ganga ein styttri tein)

 

Dagur 7 

Pílagrímsbýurin. Í morgun fer ferðaleiðarin, at føra okkum gjøgnum gøturnar í Santiago við sínum stórbæru granittbygningum og avbyrgdu torgum. Vit enda túrin tíðs nokk til, at tey sum vilja, fáa høvi at luttaka í pílagrímsmessuni á miðdegi. Eru vit heppin, síggja vit kanska “botafumeiro,” risastóra roykilsisbrennaran, sum hongur undir loftinum í katedralinum. Seinnapartin hava tit frí og kunnu njóta býin, sum er ein mentanarligur og átrúnaðarligur varði í katólisismuni. At enda njóta vit ein serligan galisiskan døgurða á eini siðbundnari matstovu. Vit gista í Santiago.

 

Dagur 8 - Hasta la Vista!!

Hasta la Vista!! Aftaná átta sera áhugaverdar mentanardagar, mugu vit nú siga adios, men Hasta la Vista við hendan vakra og søguliga partin av Spania. Nú gongur leiðin aftur á flogvøllin.

 

 


 

Legg til merkis
- Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðirnar.
- Avmarkað nøgd.
- Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv meldað til. 

Bílegging
- Tilmelding á gudrun@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

           TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo         

      
  

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Flogferð Barcelona - Bilbao
  • Flogferð Santiago de Compostela
  • Ferðaavgjøld

Gisting

  • 7 nætur á hotellið 
  • Dupultkamar

 

Íroknað

  • Útferðir og gongutúrar
  • Morgunmati og kvøldmatur sambært skrá

Bussflutningur

  • Við í prísinum