• Nazaré 2019

Um ferðamálið - Nazaré

Vit fegnast um at kunna bjóða tær møguleikan, at uppliva Portugisisku mentanina, og strendurnar har umleiðir. Portugal er nakað heilt fyri seg, og nú hevur tú møguleikan fyri at koma hagar lætt og skjótt. Portugal hevur okkurt at bjóða øllum aldursbólkum, pørum, og serliga familjum.

Kom við 62°N til evropeiska stórbýin, har sólin sær 294 dagar um árið.

Flogið verður umvegis Keypmannahavn

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin


62°N - SO ER FERÐIN BYRJAÐ!

> Sí meira kunning um ferðamálið niðast á síðuni

 

Kunning

  • Tíðarøki
UTC +0 tíma
  • Gjaldoyra
EUR Evro
  • Miðalhiti
27°C (juli)
  • Mál
Portugisiskt
  • Høvuðsstaður 
Lissabon
  • Íbúgvar
10,341,000
  • Vídd
92,212 km²

Nazaré | T1 íbúð

Hóskandi til 4 ferðandi. Íbúðirnar liggja bert 3 minuttir til gongu, frá strondini í Nazaré. Íbúðarhotellið hevur fáar íbúðir, so her liggur væl fyri at njóta feriuna í friðarligum og stílfullum umhvørvi, í einum ektaðum portugisiskum býi

Nætur: 10

Prísir úr: 

7.495,-
Víðari

Nazaré | T2 íbúð

Hóskandi til 6 ferðandi. Íbúðirnar liggja bert 3 minuttir til gongu, frá strondini í Nazaré. Íbúðarhotellið hevur fáar íbúðir, so her liggur væl fyri at njóta feriuna í friðarligum og stílfullum umhvørvi, í einum ektaðum portugisiskum býi

Nætur: 10

Prísir úr: 

7.495,-
Víðari

Nazaré | T3 íbúð

Hóskandi til 8 ferðandi. Íbúðirnar liggja bert 3 minuttir til gongu, frá strondini í Nazaré. Íbúðarhotellið hevur fáar íbúðir, so her liggur væl fyri at njóta feriuna í friðarligum og stílfullum umhvørvi, í einum ektaðum portugisiskum býi

Nætur: 10

Prísir úr: 

7.495,-
Víðari

Nazaré | Perlan í Portugal

Nazaré er ein søguligur fiskibýur á eysturstrondini, uml. 115 km norðanfyri høvuðsstaðin Lissabon. Tað tekur umleið 1½ tíma at koyra hagar við 62°N bussinum, sum vit eisini bjóða út til tín, fyri at gera tína ferð til Portugal lættari.

Á 62°N hava vit sera gott samstarv við lokal hotell og íbúðarhotell á Nazaré, ið liggur beint norðanfyri Lissabon. Hetta er ein ektaður portugisiskur býur, har tit koma heilt nær at Portugal, á ein heimligan og hugnaligan hátt.

Býurin er kendur fyri sína longu strond, forma sum ein hálvmáni, ið fylgir býnum allan vegin frá suður til norður, við mjúkum og lekrum sandi. 

Kom og uppliva sólina og njót løturnar framman fyri sjónum, meðan tú tekur tær av løttum í hitanum. Nazaré er ferðamálið, ið hóskar sera væl bæði til pør, og familjur. 

Nazaré bjóðar alt, bæði til børn og vaksin. Matstovur, strond, kaffihús, fótbólt, svimjing, wellness, ja alt ið tú kanst ímynda tær at gera á einum feriustaði. Her er sera trygt at ferðast til við familjuni.

Trýst á 'play' niðanfyri, fyri at síggja filmsbrot um Nazaré:

Kort av Portugal

*. Sí størri kort, við at trýsta á myndina