• Mallorca 2020

UM FERÐAMÁLIÐ - Mallorca

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Mallorca á sumri 2020

Hetta er 6. árið á rað, at vit bjóða tær møguleikan at uppliva hesa fantastisku oynna, tí sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Mallorca er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

Flogið verður beinleiðis frá 10. juni til 19. august
Vágar - Mallorca:     Fráferð mikudagar kl. 07.20   -   lenda kl. 12.00   (lokalar tíðir)
Mallorca - Vágar:     Fráferð mikudagar kl. 13.10   -   lenda kl. 16.00   (lokalar tíðir)

Men kundir tú hugsað tær, at ferðast til Mallorca onnur tíðarskeið er hetta eingin trupuleiki. Td. er tað sera góður møguleiki at ferðast til Mallorca umvegis Barcelona. Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Barcelona í tíðarskeiðinum apríl til oktobur. Spyr okkum vit hjálpa fegin. 

Vit gleða okkum at bjóða tær eitt gott summar á Mallorca, enn einaferð ella fyri fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

SeaClub Alcudia ****

Seaclub Alcudia er eitt sera gott íbúðar hotel í býnum Alcudia. Hetta hotellið er eisini sera væl egnað til barnafamiljur.

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.195,-
Víðari

Sóller Bay**** Adults only

Sóller Bay er eitt "Adults only" hotel við All inclusive. Hotellið á strondini í hugnaliga Puerto de Soller. Her eru uttandur svimjihylur, vælveru umráði, matstova, barr oa.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.595,-
Víðari

Rosa del Mar ****

Rosa del Mar er eitt nýumvælt hotell, ið liggur sentralt og stutt til gongu frá strondini á Palma Nova og Magaluf. Her eru frálíkir svimjihylar við rutsjubana, spa-møguleikar, venjingarhøli, matstovur og eina stílfulla barr

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.595,-
Víðari

Fererra Blanca ****

Hetta hotellið liggur í Cala d´or, hotellið hevur 4 svimjihylar, 2 matstovur og beinleiðis atgongd til strondina Cala Fererra.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.595,-
Víðari

Playa de Muro Suites ****

Hetta hotellið liggur í Playa de Muro. Hotellið hevur góðan uttandura svimjihyl og sólterassu. Hetta er eitt All inclusive hotel.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.695,-
Víðari

Playa Mar & Spa ****

Playa Mar & Spa Aparthotel er eitt sera barnavinarligt 'ALL INCLUSIVE' íbúðarhotel, sum liggur einans 50 metrar frá strondini Puerto de Pollensa. Her eru m.a. frálíkir svimjihylar við rutsjubana, spa møguleikar, matstovur og barr.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.795,-
Víðari

Mar Senses Puerto Pollensa & Spa **** Adults only

Mar Senses Poerto Pollensa & Spa er eitt "Adults only" hotel. Hotellið liggur einans 100 metrar frá strondini Puerto de Pollensa. Her eru m.a. frálíkir svimjihylar við gosbaði, spa møguleikar, matstovur og barr.

Nætur: 7

Prísir úr: 

8.195,-
Víðari

Garonda Pure Salt****

Garonda Pure Salt liggur á strondini í Playa de Palma. Hetta er eitt Adults Only hotel og hevur hentleikar sum vælveruøkið, matstovu og barr.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.595,-
Víðari

Hotel Java****

Hotel Java liggur 10 min. frá flogvøllinum í friðarligum umhvørvi við strondina. Tað tekur bert 2 minuttir, at ganga oman á strondina, sum er viðmæld sum besta strondin á Mallorca

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.795,-
Víðari

Hotel Condesa de la Bahia ****

Condesa de la Bahia er eitt familjuvinarligt hotell beint á strondini í Alcudia. Her hevur tú møguleika at slappa av og njóta feriuna, tí hotellið bjóðar tær 'ALL INCLUSIVE' íroknað prísinum

Nætur: 7

Prísir úr: 

8.395,-
Víðari

Alcudia

Feriustaðið fyri alla familjuna
Alcudia er sera væl egnað til familjur við yngri og eldri børnum. Her eru fleiri kilometrar av langum hvítum strendum, har tilber hjá børnum at vassa langt út í grunna og turkisbláa vatnið. Alcudia er tískil vorðið eitt av yndisstøðunum hjá familjuni.
|   Sí meira um Alcudia her.

Playa de Palma

Playa de Palma liggur bert 10 min frá flogvøllinum á Mallorca. Hetta umráðið er væl egnað til tín ið vil búgva beint við strondina og allíkavæl nær við handlar, mentan og onnur áhugaverd støð.
|   Sí meira um Playa de Palma her. 

Palma Nova og Magalluf

Palma Nova og Magalluf eru perlur í Miðalhavinum sum eru eyðkendar fyri teirra góða lív - serliga millum ung. Her hendir eins nógv fyri ung, sum vaksin og børn. Hetta er feriustaðið, har tú fær sól, góðar strendur og eina uppliving fyri lívið. Her eru hópin av hugnaligum matstovum, kafé'um og barrum. Palma Nova og Magalluf eru tvey feriuøki, ið eru voksin saman til eitt stórt feriu-øki fyri allar aldursbólkar. Fleiri shopping møguleikar, mentan og annað eru bert fáar minuttir við bili til Palma bý.
|   Sí meira um Palma Nova her.  
|   Sí meira um Magalluf her.

Bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi ella taxa til tín, ið hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning/taxa, skulu fylgja niðanfyri standandi mannagongd.

300,- tur/retur fyri hvønn
Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Hevur tú keypt ferðina frá 62°N, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum, í samband við komu og fráferð í Mallorca. Hetta er sera ómakaleyst. Tá ið tit eru lend og hava avheinta viðførið á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, ið heldur einum 62°N skelti. Síðani koyrir bussurin/taxa til hotellið, ið tú skalt gista á. Bussurin/taxa avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við fráferð.

Við komu á Palma de Mallorca Airport

Okkara ferðaleiðari, stendur við einum 62°N skelti við komu til Mallorca, og vísur kundunum hjá 62°N travel hvar bussurin stendur. Ferðaleiðarin stendur við útgongd C, tætt við kunningardiskin, ið er merktur við einum stórum gulum I. Frá ferðaleiðaranum verða tit kunnað, um hvat nummar tykkara bussur er, og hvar hann stendur. Týdningarmikið er at henda mannagongd verður fylgd, fyri at koma í rættan buss, ferðaleiðarin fylgir tykkum til bussarnar/taxa.

 

Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 til 17.00 á                          tel. +298 34 00 00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon sum hevur døgnvakt.