• Mallorca 2019

UM FERÐAMÁLIÐ - Mallorca

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Mallorca á sumri 2019

Hetta er 5. árið á rað, at vit bjóða tær møguleikan at uppliva hesa fantastisku oynna, tí sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Mallorca er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

Flogið verður frá 12. juni til 21. august
Vágar - Mallorca:     Fráferð mikudagar kl. 06.20   -   lenda kl. 10.00   (lokalar tíðir)
Mallorca - Vágar:     Fráferð mikudagar kl. 11.10   -   lenda kl. 15.00   (lokalar tíðir)
Flogtíðin verður mett at taka 3 tímar og 30 minuttir

Vit gleða okkum at bjóða tær eitt gott summar á Mallorca, enn einaferð ella fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

sertilboð|juni

Hotel Java liggur 10 min. frá flogvøllinum í friðarligum umhvørvi við strondina. Tað tekur bert 2 minuttir, at ganga oman á strondina, sum er viðmæld sum besta strondin á Mallorca

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.495,-
Víðari

sertilboð|juni

Rosa del Mar er eitt nýumvælt hotell, ið liggur sentralt og stutt til gongu frá strondini á Palma Nova og Magaluf. Her eru frálíkir svimjihylar við rutsjubana, spa-møguleikar, venjingarhøli, matstovur og eina stílfulla barr

Nætur: 7

Prísir úr: 

7.195,-
Víðari

Sertilboð | Summar 2019

Hotel Java liggur 10 min. frá flogvøllinum í friðarligum umhvørvi við strondina. Tað tekur bert 2 minuttir, at ganga oman á strondina, sum er viðmæld sum besta strondin á Mallorca

Nætur: 14

Prísir úr: 

10.895,-
Víðari

Sertilboð | Summar 2019

Playa Mar & Spa Aparthotel er eitt sera barnavinarligt 'ALL INCLUSIVE' íbúðarhotel, sum liggur einans 50 metrar frá strondini Puerto de Pollensa. Her eru m.a. frálíkir svimjihylar við rutsjubana, spa møguleikar, matstovur og barr.

Nætur: 14

Prísir úr: 

12.195,-
Víðari

SERTILBOÐ | Summar 2019

Rosa del Mar er eitt nýumvælt hotell, ið liggur sentralt og stutt til gongu frá strondini á Palmanova. Her eru frálíkir svimjihylar við rutsjubana, spa-møguleikar, venjingarhøli, matstovur og ein stílfull barr

Nætur: 14

Prísir úr: 

13.395,-
Víðari

Alcudia

Feriustaðið fyri alla familjuna
Alcudia er sera væl egnað til familjur við yngri og eldri børnum. Her eru fleiri kilometrar av langum hvítum strendum, har tilber hjá børnum at vassa langt út í grunna og turkisbláa vatnið. Alcudia er tískil vorðið eitt av yndisstøðunum hjá familjuni.
|   Sí meira um økið Alcudia her

Playa de Palma

Playa de Palma liggur bert 10 min frá flogvøllinum á Mallorca. Hetta umráðið er væl egnað til tín sum vil búgva beint við strondina og allíkavæl nær við handlar, mentan og onnur áhugaverd støð.
|   Sí meira um øki Playa de Palma her 

Palma Nova & Magalluf

Feriuøkið har tað skjer
Palma Nova og Magalluf eru perlur í Miðalhavinum sum eru eyðkendar fyri teirra góða lív - serliga millum ung. Her hendir eins nógv fyri ung, sum vaksin og børn. Hetta er feriustaðið, har tú fær sól, góðar strendur og eina uppliving fyri lívið. Her eru hópin av hugnaligum matstovum, kafé'um og barrum. Palma Nova og Magalluf eru tvey feriuøki, ið eru voksin saman til eitt stórt feriu-øki fyri allar aldursbólkar. Fleiri shopping møguleikar, mentan og annað eru bert fáar minuttir við bili til Palma bý.

Cala Vinas

Hetta er eitt sera lítið feriustað. Er væl egnað til ferðandi sum ynskja eina friðarliga og avslappandi ferð. Her er ein lítil strond sum hoyrur til umráðið. Til ber at taka buss ella hýruvogn inn til eitt nú Palmanova, har ein hevur møguleika at fara á matstovu í handlar ella líknandi.

Santa Ponsa

Santa Ponsa er en lille hyggelig by smukt beliggende i bunden af en stor bugt beskyttet af bjerge på vestsiden på en lille halvø. Du bliver mødt med en glad og hyggelig atmosfære. Byen har et rigt forlystelsesliv, der er roligere end i Palmanova og Magaluf. De herlige, brede hvide strande findes midt i byen. Her kan man tilbringe dagen med mange forskellige aktiviteter. Man kan endda dykke fra de herlige klipper. Santa Ponsa er et udmærket udgangspunkt for at tage ud og opdage sit eget Mallorca - en bjergtur måske? Lige bag byen starter bjergkæden Sierra de Tramuntana, der fortsætter til nordspidsen af Mallorca. En udflugt til Palma er næsten et must, og afstanden til Palma er da også kun 18 km. Til nabobyen, Palmanova, (med sit rige udbud af fornøjelser) er der kun 5 km. Og spiller du golf, så ligger Club de Golf de Santa Posa med sin 18-hulers bane lige i nærheden.
|   Sí meira um øki Santa Ponsa her

Bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi til tín sum hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning, skulu fylgja niðanfyri standandi mannagongd.Prísur

 400,- tur/retur fyri hvønn
 Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Hevur tú keypt ferðina frá 62°N, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum, í samband við komu og fráferð í Mallorca. Hetta er sera ómakaleyst. Tá ið tit eru lend og hava avheinta viðførið á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, ið heldur einum 62°N skelti. Síðani koyrir bussurin til hotellið, ið tú skalt gista á. Bussurin avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við fráferð.

Við komu á Palma de Mallorca Airport

Okkara ferðaleiðari, ið tosar danskt, stendur  við einum 62°N skelti við komu til Mallorca, og vísur kundunum hjá 62°N travel hvar bussurin stendur. Ferðaleiðarin stendur við útgongd C, tætt við kunningardiskin, ið er merktur við einum stórum gulum I. Frá ferðaleiðaranum verða tit kunnað, um hvat nummar tykkara bussur er, og hvar hann stendur. Týdningarmikið er at henda mannagongd verður fylgd, fyri at koma í rættan buss, ferðaleiðarin fylgir tykkum til bussarnar.

Við fráferð frá hotellinum á Mallorca

Bussur heintar allar 62°N gestir á hotellinum. Í móttøkuni á hotellinum er ein Transfer mappa. Kunning um fráferð frá hotellinum er tøk frá sunnudegi. 

Hent at vita sum ferðafólk í Mallorca

Tað er hent at hava Euro € við, tí ymisk frástøða er til sjálvtøkur í býnum.

- Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 til 17.00 á tel. +298 34 00 00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon sum hevur døgnvakt.
  • Døgnvakt telefon nummarið hjá ferðaleiðaranum á Mallorca er 0034 673 425 360, Susanne Lynch Donvild.
  • Hendan tænastan er bert fyri kundar hjá 62°N travel í samband við keypta ferð og uppihald á Mallorca.