• Vælveruferð, við Heibrith Jakobsen

    Yoga, ró og vælvera

    7 dagar

YOGA TÚRAR 2020

KEYP ÁÐRENN 31. MARS OG TÚ FÆRT ÓKEYPIS HÁLVA PENSJÓN.

FASTUR PRÍSUR, EINKI ROKS!

VÆLVERUFERÐ: 8 dagar / 7 nætur, 7.995,- 
Fyri hvønn, íroknað flogferð, bussflutning, gisting í dupult kamari við ½ pensjón og yogatímar 9. - 16. juni 2020.

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

Yoga, Ró & Vælvera, við Heibrith Jakobsen

Tak vinkuna, makan, mammuna ella júst tann persónin, ið tú kundi hugsa tær, undir armin, og ger yoga undir sponsku sólini. Yoga er fyri øll, uttan mun til aldur ella kyn. 

Eftir nakrar sera væl eydnaðar yogatúrar undanfarnu árini, skipa vit aftur í 2020 fyri tveimum yogatúrum. Í eina heila viku forkelar tú hvørja kyknu í kroppinum við yoga. Hesa vikuna fer Heibrith at føra teg ígjøgnum ymiskar “Asanas” yogavenjingar, sum leysliga nema allan tín kropp og sinn.

Undirvísari: Heibrith Jakobsen

Heibrith hevur gjørt yoga í 9 ár - hon varð liðug sum yogalærari í apríl 2014 og hevur síðani bygt uppá við Yin Yoga Massage og øðrum skeiðum.

Vitja Facebookvangan 'Yoga við Heibrith' her.

Hotel Aqua Silhouette & Spa ****

Nýtt hotel í Malgrat de Mar, ið bert er til vaksin. Hotellið liggur einans 250 m frá frálíku strondini, nær við leskiligar matstovur og spennandi shoppingmøguleikar. Øll kømurini hava aircondition, telefon, virðisboks (kostar at brúka), sjónvarp og møblar á terrassuni. 

|   Sí meira um hotellið her.

 

Prísur fyri hvønn í dupultkamari,

 7.995,-

   
Túrur 1:    9. - 16. juni 2020  7.995,-
Túrur 2:    1. - 8. septembur 2020 - ÚTSELT  8.295,-
   
Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn)  
   
Hálv pensjón íroknað
Full pensjón úr 600,-
All incl. úr 2.200,-
   
Premium kamar úr 500,-
Junior suite úr 600,-
Einakamar  úr 1.000,-
   
Sí meira um kømurini her.  

 

Flogferð
Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdagar kl. 08.10   -   lenda kl. 12.40   (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdagar kl. 13.30   -   lenda kl. 16.20   (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

 

Vit hava spurt Heidi Henriksen, 51 ár, hvat hon helt um yoga túrin. 

Ferðaðist tú einsamøll ella saman við øðrum? 

Eg var á yogaferð saman við einari vinkonu

Hvat dámdi tær yogatúrin?

Mær dámdi túrin sera væl. Undirvísingin var góð og Heibrith tók sær væl av okkum og syrgdi fyri, at vit øll kendu okkum væl.

Er tað ein fyrimunur við einum føroyskum yogalærara?

Nú havi eg ikki so drúgvar royndir við yoga, men eg kann ímyndað mær, at tað er lættari, tá lærarin tosar sama mál sum tú. Tað er í øllum førum týdningarmikið, at tú skilir hvat lærarin sigur.

Kundi tú hugsa tær at fari aftur á yogatúr við 62N?

Ja, eg ætli mær við aftur komandi ár.

Hvat dámdi tær hotellið? 

Aqua Silhouette & Spa er fyrstafloks. Pooløkið er fantaskiska flott og spaøkið er eisini fantastiskt. Maturin var eisini góður. Í matarsalinum er okkurt til øll.

Hvat dámar tær økið?  

Økið liggur tætt við strondina og gøtuna, har ferðafólkini eru nógv í tali, men tað er skjótt at ganga frá hotellinum og inn í bygdina Malgrat de Mar, har tey lokalu búgva. Har er hugnaligt at ganga í teimum smølu gøtunum, og har fær ein eina meira ektaða mynd av, hvussu bygdafólkið býr. Eg haldi, at Malgrat de Mar er ein hugnalig bygd, har tú kanst uppliva bæði strond og ferðafólk, men eisini tað autentiska catalanska bygdalívið. Samstundis er tað lætt at fara við tokinum til Barcelona, um tú ynskir tað. Tokstøðin er tætt við hotellið, og tað tekur ein tíma inn í býin.

Hevði tú vilja ferðast til Costa Brava / Aqua hotellini aftur? 

Ja, heilt avgjørt. Eg havi verið fleiri ferðir í Costa Brava við 62 N og havi búð á fleiri teirra. Aqua hotellini eru fyrstafloks hotell.

Hvat helt tú um tænastuna / kunningina frá 62°N Travel? 

Eg haldi, at tænastan/kunningin frá 62 N Travel er góð. 

Hvat helt tú um tænastuna / kunningina á hotellinum?

Tænastan/ kunningin á hotellinum er góð. Starvsfólkini eru blíð og fyrikomandi og eru altíð klár til at hjálpa tær

Hvat helt tú um prísstøðið á ferðini?  

Eg haldi, at prísurin á ferðini er sera góður. Við í prísinum var morgunmatur, flutningur við bussi til og frá hotellinum, 2 ferðir yoga um dagin, leiga av yogamáttu og ein fløska av vatni. 

Kanst tú viðmæla øðrum at royna ein yogatúr frá 62°N?

Eg kann heilt sikkurt viðmæla øðrum at fara yogaferð við 62 N. Hetta er ein øðrvísi feria, har tú ert til yoga morgun og kvøld og restina av tíðini gert tú tað, tú hevur hug til. So tú fært bæði kensluna av at hava feriu, samstundis sum tú eisini ert kropsliga aktivur.  Undirvísingin var fyrimyndarlig, og sjálvt um eg ikki gekk til yoga áðrenn, so kundi eg væl vera við. 

Tað var ein heilt serlig kensla at fara oman á strondina og gera yoga, ímeðan sólin kom upp.

Eg vil heilt sikkurt viðmæla øðrum at fara yogatúr við Heibrith. Hetta er balsam fyri kropp og sál.

 

Skrá fyri túrin

1. dagur     


Koma til Barcelona, innritan á hotellið. 
Kunningarfundur við Heibrith

2. dagur


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

3. dagur


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

4. dagur


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

5. dagur


Frídagur
Hugni tykkum á Malgrat de Mar og strondunum á økinum

6. dagur


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

7. dagur


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

8. dagur



Heimferð. 
Koyrt verður til flogvøllin, og síðani verður flogið heim til Føroya

* Veðrið avgerð, um venjingarnar verða inni ella úti

 


Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðurnar
- Túrunin verður bert gjøgnumførdur, um nóg nógv melda ser til.
- Keyp áðrenn 31. mars, og tú fært ókeypis ½ pensjón.
- Avmarkað nøgd

Bílegging
- Tilmelding á booking@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

           TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo         

      
  

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

  • Aqua Hotel Silhouette & Spa ****
  • 8 dagar / 7 nætur
  • Dupultkamar

PENSJÓN

  • Ókeypis ½ pensjón - Um ferðin verður keypt áðrenn 31. mars 2020
  • 1 vatnfløska hvønn dag

Íroknað

  • 2 dagar í spa (tú velur)
  • 2 x yogaundirvísingar um dagin í 5 dagar
  • Leiga av yogamáttu og blokki

Bussflutningur

  • Í prísinum

Myndir frá undanfarnum túrum: