• Girona, Temps de Flors

    Tema túrur

    8 dagar / Vár 2020

Blómufestivalurin "Temps de Flors" í Girona

Kom við á ein fantastiskan túr á blómufestivalin Temps de Flors í Girona í 2020. 

Hvørt ár er blómufestivalur í Spania, har býurin og umhvørvi í og uttanfyri Girona og Barcelona hátíðarhalda blómuhøgtíðina, við at fylla umhvørvið við vøkrum blómum og plantum. Hetta er sera vakurt. 

Vit bjóða 6 dagar við ferðaleiðara, og hava eina áhugaverda skrá fyri hvønn dag á túrinum.

BLÓMUFESTIVALUR: 8 dagar / 7 nætur, 8.895,- 
* fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og túrum vm. 

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

Flogtíðirnar
Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdag 12. mai kl. 08:00 – lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdag 19. mai kl. 13:30 – lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 8.895,-

*Eyka kostnaður um ein ynskir at gista í einakamar 1.850,-

 

Skrá fyri túrin: 

Dagur 1 – koma til Barcelona flogvøll – bussflutningur til Santa Susannaa

Flogið verður beinleiðis til Barcelona, har ein danskur ferðaleiðari leiðir tykkum til bussin,

ið koyrir til hotellið í Santa Susanna, Hotel Aquamarina****

 

Dagur 2 –  Frídagur

Frídagur. Nógvir møguleikar eru á einum frídegi, far á strondina ella slappa av á hotellinum. 

Um tørvurin er á einum meira bragdligum túri, kann man venda sær til ferðaleiðaran.

 

Dagur 3 – Túrur til Blanes og á Botaniskan Garð

Túrur hálvan dag til fiskibýin Blanes. Har verður vitjað á botaniska garðinum Marimurtra

Har verður vitjað á  vakra botaniska garðinum Marimurtra
Garðurin liggur høgt uppi, og hevur útsýnið út á Miðjarahavið

Botaniski garðurin Marimurtra er ein tann vakrasta av øllum í Evropa.

Á túrinum verður møguleiki, at fáa sær ein góðan bita.

 

Dagur 4 – Túrur til Barcelona

Aftaná morgunmatin gongur leiðin til vakra høvuðsstaðin í Catalonia, Barcelona.

Har verður ein rundferð í kenda søguliga býnum.Hugt verður eftir kendum støðum sum t.d. vøkrum og áhugaverdum bygningum runt í býnum hjá kenda spanska arkitektinum Gaudi og teimum heilt gomlu Gotisku býarpartunum, sum fara heilt aftur til 1300 taliðTað verður gingið túrar runt í teimum hugnaligu, smalusermerktu og sjarmerandu gøtunum

Møguleiki verður eisini fyri at fáa sær máltíð á túrinum.

  

 

Dagur 5 – Girona og Temps de Flors festivalur

Útferð til Girona, stuttur koyritúrur norðanfyri hotellið. Hetta er ein sera vakur býur. Dómkirkjan er hugtakandi og jødiski býarparturin er sera væl varðveittur, og hevur ein týdningarmiklan søguligan arv. Alt Girona er prýtt við alskyns blómun og blomstruttum listaevni hesa vikuna. Allur býurin er við í blómufestivalinum, so tað er ein serstøk uppliving, at vitja lokalu handlarnar og matstovurnar. 

Dagurin endar við eini máltíð á einum sjarmerandi gomlum bóndagarði í bygdalagnum har í økinum.

 

Dagur 6 – Santa Clotilde Gardens og Tossa de Mar

Santa Clotilde Gardens er ein sera vakur urta- og blómugarður, ið liggur á einum høgum øki og hevur eitt fantastiskt útsýni út á miðjarðarhavið. Her verður møguleiki, at taka vakrar myndir um áhugi er fyri . Aftaná hendan túrin gongur leiðin norðureftir til hugnaligu bygdina Tossa de Mar, ið liggur í Costa Brava økinum. Í Tossa de Mar verður gingið túr í teimum smølu, gomlu og sera hugnaligu gøtunum. Eisini verður vitjað í miðaldarslottinum, og á lítlu sjarmerandi fjaldu strondini Es Codolar. Í Tossa de Mar verður møguleiki fyri at fáa sær eina máltíð. 

 

Dagur 7 – Túrar í Catalonia

Dagurin fer við júst , ynskir. Ferðaleiðarin viðmælir fegin støð, eru verd at síggja ella onkran góðan túr. Seinasti møguleiki er, at fara á strondina ella fara uppá innkeyp, áðrenn fari verður heimaftur til Føroyar. 

 

Dagur 8. Fráferð til Barcelona flogvøll

Fráferð frá hotelli til flogvøllin í Barcelona við danska ferðaleiðaranum.

Hasta la Vista!

 

 **Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv meldað til.


 Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðirnar
- Avmarkað nøgd

Bílegging
- Tilmelding á gudrun@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

           TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo         

      
  

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

PENSJÓN

  • Hálv pensjón við víni og vatn á hotellinum

Íroknað

  • Bussflutningur
  • Útferðir og festivalur
  • Danskur ferðaleiðari