Aqua Hotel Bertran Park ****
SÓLFERÐ: 8 dagar / 7 nætur
Nýumvælda Aqua Hotel Bertran Park liggur í tí meira friðarliga partinum av Lloret de Mar, 350 metrar frá strondini. Hotellið hevur 163 kømur, ið øll hava vesi, aircondition, sjónvarp, telefon, altan og virðisboks (kostar at nýta). Hotellið hevur uttandura øki við svimjihyli, sólstólum og sólverju (parasol). Ókeypis Wi-Fi í forhøllini og í premium kømurunum. Hotellið bleiv umvælt í 2015.
| Sí meira um hotellið her
| Sí meira um Lloret de Mar her
Filmsbrot
Flogið verður í tíðarskeiðinum 7. juni - 27. septembur 2022
Vágar - Barcelona: Fráferð týsdagar kl. 09:00 - lenda kl. 13:30 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar: Fráferð týsdagar kl. 18:55 - lenda kl. 21:45 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir
Prísdømi: (Hetta er roknað út frá, at ferðast verður 7. - 14. juni 2022)
Prísur fyri hvønn ferðandi í dupultkamari, |
úr 6.995,- |
Íroknað flogferð og gisting við morgunmati, tá ið 2 vaksin ferðast og gista saman. | |
Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn) | |
62°N bussflutningur t/r | úr 300,- |
Hálv pensjón | úr 500,- |
Full pensjón | úr 1.000,- |
All inclusive | úr 2.350,- |
Premium kamar ella standard junior suite | úr 600,- |
Premium Junior suite | úr 900,- |
Sí meira um kømurini her. |
Legg til merkis
- Tilboðið er roknað við bíligastu ferðaseðlunum við Atlantic Airways.
- Prísurin kann broytast alt eftir tíðarskeiði, og hvat er tøkt.
- Avmarkað nøgd.
Bílegging
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Skriva til booking@62n.fo ella ring á telefon 34 00 00
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin