• Balsam fyri likam og sál

    Gongutúrur í Costa Brava

    7 dagar / vár 2020

GONGUTÚRUR Í COSTA BRAVA - FÁ PLÁSS EFTIR

FASTUR PRÍSUR, EINKI ROKS!

GONGUFERÐ: 8 dagar / 7 nætur, 8.995,- 
fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og gongutúrum vm. 

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<


Í vár vitja vit tær Katalonsku perlurnar norðan fyri Barcelona, í umráðinum Costa Brava. Vit gista í hugnaliga býnum Tossa de Mar.

 

Flogtíðirnar

Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdag 28. apríl kl. 08:10 - lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdag 05. mai kl. 13:30 - lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 8.995,-

*Eyka kostnaður um ein ynskir, at gista í einakamar 1.500,-

 

Skrá fyri túrin:

Ein nágreiniligari frágreiðing á enskum kann síggjast HER. 

Dagur 1:

Koma til Barcelona flogvøll og koyra norður eftir til sjarmerandi Tossa de Mar. Tossa de Mar er ein sera hugnaligur býur, ið liggur beint til strondina.                     

 

Dagur 2:

Bussurin koyrir tykkum til býin Palau Sator, og herfrá verður gingið fram við býnum Pals. Túrurin endar í havnabýnum Begur. Hesin túrurin er áleið 12 km. 

 

Dagur 3:

Her verður vitjað í Girona, høvuðsstaðnum í Costa Brava. Hesin býurin hóvar øllum, og her vitja vit ymisk kend støð í býnum. Vit enda dagin við einari lokalari máltíð í einum Masai (eitt gamalt fjós) 

 

Dagur 4:

Vit koyra til Tamariu, ein vakur býur, ið liggur ímillum trøð. Vit ganga framvið tí vøkru strondini inntil vit enda í Calella de Palafrugell, ið er ein vakur fiska-býur. Her vitja vit garðin Cap Roig Gardens. Hesin túrurin er uml. 10km

 

Dagur 5:

Vit vitja í Figueres, har vit millum annað sígga verk frá listamanninum Salvador Dalí, ið var frá Girona umráðinum. Vit eta eina lætta máltíð í einari lokalari matstovu. Seinni vitja vit Castell de Púbol, har vit síggja fleiri av hansara verkum. 

 

Dagur 6:

Henda dagin ber til at velja ímillum 2 túrar. Tann longri er uml. 20 km og tann styttir er uml. 7 km. Tann longri byrjar í Sant Feliu de Guíxols, har tann styttri byrjar, áðrenn vit koma til tann býin. Vit ganga á lendi ímillum trøð og hava flott útsýni. Túrurin endar við, at vit koma inn í Tossa de Mar. 

 

Dagur 7:

Frídagur.

 

Dagur 8:

Fráferð til flogvøllin í Barcelona. Hasta la vista!    

 


 

Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðirnar
- Avmarkað nøgd
- Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv meldað til. 

Bílegging
- Tilmelding á gudrun@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

           TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo         

      
  

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

  • 7 nætur á hotellið í Tossa de Mar
  • Dupultkamar

PENSJÓN

  • Hálv pensjón við víni og vatn
  • Máltíð  í Masia
  • Máltíð í Figueres

Íroknað

  • Útferðir og gongutúrar

Bussflutningur

  • Við í prísinum