• Girona, Temps de Flors

    Blómufestivalur

    8 dagar / Vár 2020

Blómufestivalurin "Temps de Flors" í Girona

Kom við á ein fantastiskan túr á blómufestivalin Temps de Flors í Girona í 2020. 

Hvørt ár er blómufestivalur í Spania, har býurin og umhvørvi í og uttanfyri Girona og Barcelona hátíðarhalda blómuhøgtíðina við at fylla umhvørvið við vøkrum blómun og plantum. Hetta er sera vakurt. 

Vit bjóða 6 dagar við ferðaleiðara, og hava eina áhugaverda skrá fyri hvønn dag á túrinum.

BLÓMUFESTIVALUR: 8 dagar / 7 nætur, 8.895,- 
* fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og túrum vm. 

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

Flogtíðirnar
Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdag 12. mai kl. 08:00 – lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdag 19. mai kl. 13:30 – lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 8.895,-

*Eyka kostnaður um ein ynskir at gista í einakamar 1.850,-

 

Skrá fyri túrin: 

Dagur 1 – koma til Barcelona flogvøll – bussflutningur til Santa Susanna

Flogið verður beinleiðis til Barcelona, har ein danskur ferðaleiðari leiðir tykkum til bussin,

ið koyrir til hotellið í Santa Susanna, Hotel Aquamarina****

 

Dagur 2 –  Frídagur

Frídagur. Nógvir møguleikar eru á einum frídegi, far á strondina ella slappa av á hotellinum. 

Um tørvurin er á einum meira bragdligum túri, kann man venda sær til ferðaleiðaran.

 

Dagur 3 – Túrur til Blanes og á Botaniskan Garð

Túrur hálvan dag til fiskibýin Blanes. Har verður vitja á botaniska garðinum Marimurtra

Har verður vitja á  vakra botaniska garðinum MarimurtraGarðurin liggur høgt uppi og hevur útsýnið út á Miðjarahavið

Botaniski garðurin Marimurtra er ein tann vakrasta av øllum í Evropa.

Á túrinum verður møguleiki at fáa sær ein góðan bita.

 

Dagur 4 – Túrur til Barcelona

Aftaná morgunmatin fer túrurin til vakra høvuðsstaðin í Catalonia, Barcelona. Har verður ein rundferð í kenda søguliga býnumHugt verður eftir kendum støðum sum t.dvøkru og áhugaverdu bygningum runt í býnum hjá kenda spanska arkitektinum Gaudi og teimum heilt gomlu Gotisku býarpartunum, sum fara heilt aftur til 1300 taliTað verður gingið túrar runt í teimum hugnaligu smalusermerktu og sjarmerandu gøtunumMøguleiki verður eisini fyri at fáa sær máltíð á túrinum.  

  

 

Dagur 5 – Girona og Temps de Flors festivalur

Útferð til Girona, stuttur koyritúrur norðanfyri hotelli. Hetta er ein sera vakur býur. Dómkirkjan er hugtakandi og jødiski býarparturin er sera væl varðveittur og hevur ein týdningarmiklan søguligan arv. Alt Girona er prýtt við alskyns blómun og blomstrutum listaevni hesa vikuna. Allur býurin er við í blómufestivalinum, so tað er ein serstøk uppliving at vitja lokalu handlarnar og matstovurnar. 

Dagurin endar við eini máltíð á einum sjarmerandi gomlum bóndagarði í bygdalagnum har í økinum. 

Vit fáa okkum døgurða og tá vit koma til Barcelona fara vit ein túr at síggja vakra høvuðstaðin. Har síggja vit eitt nú meistaraverkið hjá Gaudi´s, Paseo de Gracia og sjálvandi steðga vit eisini á fyri at síggja mest kenda bygningin í Barcelona Sagrada Familia. Eisini vitja vit Montjuic fjallið, sum er økið í Barcelona ið varð brúkt til summar olympisku leikirnar í 1992, og eftir hetta verða vit koyrd aftur til hotellið, ið liggur mitt í býnum.

 

Dagur 6 – Santa Clotilde Gardens og Tossa de Mar

Santa Clotilde Gardens er ein sera vakur urta- og blómugarður, sum liggur á einum høgum øki og hevur eitt fantastiskt útsýni út á miðjarðarhavið. Her verður møguleiki at taka vakrar myndir, um áhugið er fyri . Aftaná hendan túrin fer leiðin norðureftir til hugnaligu bygdina Tossa de Mar, sum liggur í Costa Brava økinum. Í Tossa de Mar verður gingið túr í teimum smølu, gomlu og sera hugnaligu gøtunum. Eisini verður vitja í miðaldarslottinum, og á lítlu sjarmerandi fjaldu strondini Es Codolar. Í Tossa de Mar verður møguleiki fyri at fáa sær eina máltíð. 

 

Dagur 7 – Túrar í Catalonia

Dagurin fer við júst , ynskir. Ferðaleiðarin viðmælir fegin støð, eru verd at síggja ella onkran góðan túr. Seinasti møguleiki at fara á strondina ella fara uppá innkeyp, áðrenn fari verður heimaftur til Føroyar. 

 

Dagur 8. Fráferð til Barcelona flogvøll

Fráferð frá hotelli til flogvøllin í Barcelona við danska ferðaleiðaranum.

Hasta la Vista!

 

 **Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv meldað til.


 Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðirnar
- Avmarkað nøgd

Bílegging
- Tilmelding á gudrun@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

PENSJÓN

  • Hálv pensjón við víni og vatn á hotellinumí Santa Susanna

Íroknað

  • Bussflutningur
  • Útferðir og festivalur
  • Danskur ferðaleiðari