• Njótið góðar løtur saman

    Barcelona

    Spania

Um ferðamálið - BARCELONA

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Barcelona í 2020

Hetta er 9. árið, at vit bjóða kundum okkara møguleikan at uppliva sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir, sum t.d. Costa Brava. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Barcelona er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

Flogið verður hvønn týsdag frá apríl til miðan oktobur


Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdagar kl. 08.00   -   lenda kl. 12.40   (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdagar kl. 13.30   -   lenda kl. 16.20   (lokalar tíðir)
Flogtíðin verður mett at taka 3 tímar og 30 minuttir

Vit gleða okkum at bjóða tær eina góða ferð til Barcelona, enn einaferð ella fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

Blómufestivalur "Temps de Flors"

Kom við á ein fantastiskan túr á blómufestivalin Temps de Flors í Girona í 2020. Hvørt ár er blómufestivalur í Spania, har býurin og umhvørvi í og uttanfyri Girona og Barcelona hátíðarhalda blómuhøgtíðina við at fylla umhvørvið við vøkrum blómun og plantum. Hetta er sera vakurt.

Nætur: 7

Prísir úr: 

8.895,-
Víðari
Costa Brava

Økið norðanfyri Barcelona eitur Costa Brava. Hetta er uttan samanbering, best umtøkta staðið hjá føroyingum á Barcelona leiðini. Her hevur tú bestu karmarnar til eina væl eydnaða ferð - hetta er staðið fyri allar aldursbólkar: einstaklingar, pør ella familjur!
Frálík hotell, lekrar strendur og góðar matstovur.

Vakra Costa Brava liggur í norðureystara spanska krókinum við Pyrineafjøllunum í baksýninum. Strondin er 214 kilometrar og røkkur frá Blanes fyri sunnan til Portbou við fraklandsmarkið umleið 50 kilometrar norðan fyri Barcelona bý. Í Costa Brava eru vakrar, friðsælar strendur við gyltum sandi og hellu, ið geva einastandandi møguleikar fyri at snorkla og kava. Sameina vit hettar við mongu spennandi býirnar, vøkru miðaldarbygdirnar, frálíku merkisstaðirnar, katalansku mentanina, ríku søguna og tær kulinarisku upplivingarnar, so ger hettar Costa Brava, til eitt tað mest spennandi økið í Spania.

Har afturat er høvuðsstaðurin í Katalonia, Barcelona, ein av mætastu stórbýunum í Europa, eitt nú innan móta, søgu og ikki minst arkitektur, har arkitekturin Antonio Gaudí, hevur sett sín heilt serliga dám á Barcelona.

Søguliga miðaldarkjarnin í Barcelona við síni heilt serligu atmosferu er tann ósvitaligi miðdepilin við óteljandi keypsmøguleikum, barrum og matstovum, og tí at býurin liggur beint við strondina, er ein serstakur stemningur yvir bæði býar- og strandarlívi.

|   Sí meira kunning um ferðamálið Barcelona, Costa Brava her

 

Um Aqua hotellini í Costa Brava

-   Vel ímillum standard, premium, superior, suitur og familju kømur
-   Bílegg hálva pensjón ella fulla pensjón
-   Barna-klubbur v. barna ansing á staðnum
-   Internet - ókeypis v. uppgradering av kamari
-   Madrassur til sólstólar (1 EUR)
-   Leiga baðihandklæði (ókeypis v. uppgradering av kamari)
-   Vælveru-øki á Onabrava og Aquamarina
-   Møguleiki fyri bussflutningi t/r

Aqua Hotellini eru

Hotel Aquamarina

Hotel Silhouette

Hotel Bertran Park

Hotel Montagut

Hotel Onabrava

Hotel Promenade

Vitja heimasíðuna hjá 'Aqua Hotels' í Costa Brava her

 

bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi til tín sum hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning, skulu fylgja niðanfyri standandi mannagongd.

Prísur

 300,- tur/retur fyri hvønn
 Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Skalt tú til Costa Brava og gista á einum av Aqua hotellinum, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum í samband við komu og fráferð. Hetta er sera ómækaleyst. Tá ið tit eru lend og hava avheinta viðføri á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, sum heldur einum 62°N skelti. Síðani koyrir bussurin til Aqua hotellini í Costa Brava. Bussurin avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við heimferðina.

Frá flogvøllinum til Barcelona

Danskur ferðaleiðari stendur klárur við skeltið við komu í Barcelona, og vísir kundunum hjá 62°N travel hvar bussurin stendur. Ferðleiðarin stendur við útgongd B í Terminal 2.

Frá Barcelona til flogvøllin

Bussurin avheintar allar 62°N gestir uml. 4 tímar áðrenn fráferðina hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Barcelona. Av tí at bussurin skal til fleiri ymisk hotellir, so er torført at siga nakað fast tíðspunkt. Til tey sum búgva á Nostre Mar, so heintar bussurin tykkum uttanfyri Hotel Promende (sum liggur beint við), sama stað sum tit blivu sett av.

- Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 17:00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon sum hevur døgnvakt.
  • Hendan tænastan er einans til kundar hjá 62°N í samband við keypta ferð og uppihald í Costa Brava.