• Vælveruferð, við Heibrith Jakobsen

    Yoga, ró og vælvera

    7 dagar

  • Vælveruferð, við Heibrith Jakobsen

    Yoga, ró og vælvera

    7 dagar

  • Vælveruferð, við Heibrith Jakobsen

    Yoga, ró og vælvera

    7 dagar

YOGA TÚRUR 

FASTUR PRÍSUR, EINKI ROKS!

VÆLVERUFERÐ: 8 dagar / 7 nætur, 7.495,- 
* fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og Yoga tímar

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

Yoga, Ró & Vælvera, við Heibrith Jakobsen

Tak vinkonuna, makan, mammuna ella júst tann persónin tú kundi hugsa tær undir armin og ger yoga undir sponsku sólini - Yoga er fyri øll óansæð aldur ella kyn. 

Eftir nakrar sera væl eydnaðar yoga túrar í 2017 og 2018, skipa vit aftur í 2019 fyri tveimum yoga túrum. Í eina heila viku forkelar tú hvørja kyknu í kroppinum við yoga. Hesa vikuna fer Heibrith at leiðbeina teg ígjøgnum ymiskar “Asanas” yoga venjingar sum leystliga nema allan tín kropp og sinn.

Undirvísari: Heibrith Jakobsen

Heibrith hevur gjørt yoga í 8 ár - hon var liðug sum yoga lærari í apríl 2014 og havi síðan bygt uppá við Yin Yoga Massage og øðrum skeiðum.

Vitja Facebook vangan 'Yoga við Heibrith' her.

Hotel Aqua Silhouette & Spa ****

Nýtt hotel í Malgrat de Mar, ið bert er til vaksin. Hotellið liggur  einans 250 m til frálíku strondina, nær við leskiligar matstovur og spennandi shopping møguleikum. Øll kømur hava air condition, telefon, safety box (gjald), sjónvarp og møblar á terrassuni. 

|   Sí meira um hotellið her

 

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 7.495,-

Eyka tænastur (* prísur fyri hvønn)

Hálv pensjón 400,-
Heil pensjón 800,-
All incl. 2.000,-
Premium kamar 400
Penthouse kamar 500,-
Junior suite 600,-
Einakamar 1.000,-
   

Flogtíðirnar
Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdag kl. 08:00 - lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdag kl. 13:30 - lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

Túrur 1:      11. - 18. juni 2019

Túrur 2:      17. - 24. septembur 2019

 

Vit hava spurt Heidi Henriksen 51 ár, hvat hon helt um yoga túrin. 

Ferðaðist tú einsamøll ella saman við øðrum? 

Eg var á yoga ferð saman við einari vinkonu

Hvat dámdi tær yoga túrin?

Mær dámdi túrin sera væl. Undirvísingin var góð og Heibrith tók sær væl av okkum og syrgdi fyri at vit øll kendu okkum væl.

Er tað ein fyrimunur við einum føroyskum yoga lærara?

Nú havi eg ikki so drúgvar royndir við yoga, men eg kann ímyndað mær at tað er lættari tá undirvísarin tosar sama mál sum tú. Tað er í øllum førum týdningarmikið at tú skilur hvat undirvísarin sigur

Kundi tú hugsa tær at fari aftur á yoga túr við 62N?

Ja, eg ætli mær við aftur komandi ár.

Hvat dámdi tær hotellið? 

Aqua Silhouette & Spa er fyrstafloks. Pooløkið er fantaskiska flott og spaøkið er eisini fantastiskt. Maturin var eisini góður. Í matarsalinum er okkurt til øll.

Hvat dámar tær økið?  

Økið liggur tætt við strondina og gøtuna har ferðafólkini eru nógv í tali, men tað er skjótt at ganga frá hotellinum og inn í bygdina Malgrat de Mar har tey lokalu búgva. Har er hugnaligt at ganga í teimum smølu gøtunum og har fær ein meira eina ektaða mynd av hvussu bygdafólkið býr. Eg haldi at Malgrat de Mar er ein hugnalig bygd, har tú kanst uppliva bæði strond og ferðafólk, men eisini tað autentiska catalanska bygdalívið. Samstundis er tað lætt at fara við tokinum til Barcelona, um tú ynskir tað. Tokstøðin er tætt við hotellið og tað tekur ein tíma inn í býin.

Hevði tú vilja ferðast til Costa Brava / Aqua hotellini aftur? 

Ja, heilt avgjørt. Eg havi verið fleiri ferðir í Costa Brava við 62 N og havi búð á fleiri teirra. Aqua hotellini eru fyrstafloks hotellir.

Hvat helt tú um tænastuna / kunningina frá 62°N Travel? 

Eg haldi at tænastan/kunningin frá 62 N Travel er góð. 

Hvat helt tú um tænastuna / kunningina á hotellinum?

Tænastan/ kunningin á hotellinum er góð. Starvsfólkini eru blíð og fyrikomandi og eru altíð klár til at hjálpa tær

Hvat helt tú um prísstøðið á ferðini?  

Eg haldi at prísurin á ferðini er sera góður. Við í prísinum var morgunmatur, flutningur við bussi til og frá hotellinum, 2 ferðir yoga um dagin, leiga av yogamáttu og ein fløska av vatnið. 

Kanst tú viðmæla øðrum at royna ein Yoga túr frá 62°N?

Eg kann heilt sikkurt viðmæla øðrum at fara yoga ferð við 62 N. Hetta er ein øðrvísi feria, har tú ert til yoga morgun og kvøld og restina av tíðini gert tú tað tú hevur hug til. So tú fært bæði kensluna av at hava feriu, samstundis sum tú eisini ert kropsliga aktivur.  Undirvísingin var fyrimyndarlig og sjálvt um eg ikki gekk til yoga áðrenn, so kundi eg væl vera við. 

Tað var ein heilt serlig kensla at fara oman á strondina og gera yoga ímeðan sólin kom upp.

Eg vil heilt sikkurt viðmælað øðrum at fara yoga túr við Heibrith. Hetta er balsam fyri kropp og sál. 

 

Skrá fyri túrin

Dagur 1.     


Koma til Barcelona, innritan á hotellið. 
Kunningarfundur við Heibrith

Dagur 2.


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

Dagur 3.


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

Dagur 4.


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

Dagur 5.


Frídagur
Hugni tykkum á Malgrat de Mar og strendrunum har umleiðir

Dagur 6.


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

Dagur 7.


Yoga kl. 07:00 á strondini
Yoga kl. 17:00 uttandura á hotellinum

Dagur 8.



Heimferð. 
Koyrt verður til flogvøllin, og síðani verður flogið heim til Føroya

* Veðrið avgerð um venjingarnar verða inni ella úti

 


Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðurnar
- Túrunin verður bert gjøgnumførdur, um nóg nógv melda ser til.
- Avmarkað nøgd

Bílegging
- Tilmelding á ruth@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

  • Aqua Hotel Silhouette & Spa ****
  • 8 dagar / 7 nætur
  • Dupultkamar

PENSJÓN

  • Morgunmatur
  • 1 vatnfløska hvønn dag

Íroknað

  • 2 dagar í spa (tú velur)
  • 2 x yogaundirvísingar um dagin í 5 dagar
  • Leiga av yogamáttu og blokki

Bussflutningur

  • Í prísinum

Myndir frá undanfarnum túrum: