• Balsam fyri likam og sál

    Gongutúrur í Andorra

    7 dagar / vár 2019

  • Balsam fyri likam og sál

    Gongutúrur í Andorra

    7 dagar / vár 2019

  • Balsam fyri likam og sál

    Gongutúrur í Andorra

    7 dagar / vár 2019

GONGUTÚRUR Í ANDORRA

Balsam fyri likam og sál
Eftir nakrar sera væleydnaðir gongutúrar í Camprodón, skipa vit í 2019 fyri einum gongutúri í Andorra. 

Andorra er eitt fúrstadømi, ið liggur ímillum Frankland og Spania. Andorra er 468 km2 til støddar við einum íbúgvartali á næstan 80.000.

Søgnin sigur, at navnið Andorra stavar frá orðinum Al-Darra, ið merkti skógalendi á gomlum arabiskum máli. Vit búgva í høvuðstaðnum Andorra la Vella (gamla Andorra)

FASTUR PRÍSUR, EINKI ROKS!

GONGUFERÐ: 8 dagar / 7 nætur, 12.695,- 
* fyri hvønn íroknað flogferð, gisting í dupultkamari, bussflutning og gongutúrum vm. 

>> Úr einans 500 kr um mðr. fyri hvønn við 62°N Snarlán <<

Flogtíðirnar
Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdag 30. apríl kl. 08:00 - lenda kl. 12:40 (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdag 7. mai kl. 13:30 - lenda kl. 16:20 (lokalar tíðir)
Flogtíðin er mett til 3 tímar og 30 minuttir

PRÍSUR fyri hvønn í dupultkamari, 12.695,-

*Eyka kostnaður um ein ynskir at gista í einakamar 2.800,-

 

Skrá fyri túrin: 

Dagur 1 – koma til Barcelona flogvøll – bussflutningur til Andorra

Flogið verður beinleiðis til Barcelona, har ein danskur ferðaleiðari leiðir tykkum til bussin, ið koyrir til hotellið í Andorra la Vella.

 

Dagur 2 – Gongutúrur og døgurði á lokal matstovu

Estanyó Lake

Hetta er ein einvegis gongutúrur í náttúrparkini í Sorteny. Túrurin er sera áhugaverdur orsaka av gróðrinum og landslagnum. Túrurin endar við vatnið Estanyó

09.00 verða tit heintaði á hotellinum og koyrd til Sortney

16.00 verða tit heintaði á parkerings økinum í Sortney (Ordino)

Teinur: 8 km

Hæddarmunur: +550 m

 

Dagur 3 – Gongutúrur og útferð (Picnic)

Vall de Riu (River Valley)

Talan er um eina rundferð í Canillo økinum í norður Andorra

Hesin fjølbroytti túrurin gongur ígjøgnum skóg og fjall. Fleiri góð útsýni eru á leiðini.

Á leiðini verður steðga á við Herbergi í Vall de Riu.

09.00 verða tit heintaði á hotellinum og koyrd til bygdina Els Plans (Canillo)

16.00 verða tit heintaði í 4 km hædd eftir vegnum (Track of l´Armiana) Cs240 (Canillo)

Teinur: 8 km

Hæddarmunur: +400 m

 

Dagur 4 –  Gongutúrur og døgurði á lokal matstovu

Tristaina Lakes

Hendan rundferðin gongur ígjøgnum vøkru Tristaina vøtnini.

Á leiðini vera fjøll, vøtn og botnjøklar at síggja.

Hendan leiðin bjóðar eisini nógvar møguleikar.

Leiðin gongur rundan um tey 3 Trisaina vøtnini og farið verður upp til ”Arbella pool” á 2.430 metrar hædd.

09.00 verða tit heintaði á hotellinum og koyrd til økið La Coma (Ordino-Arcalís)

16.00 verða tit heintaði í økinum La Coma (Ordino-Arcalís)

Teinur: 6 km

Hæddarmunur: +300 m

 

Dagur 5 – Seu Market

Farið verður á útferð yvir um markið til Spania til vikuliga sølumarknaðin í Seu d’Urgell. Tú kann sjálv/ur hyggja teg um á marknaðinum og ganga runt í hugnaliga býnum, ið er kendur fyri sínar smælu gøtur, bogagongdir og Santa Maria dómskirkjuna, ið er ein tann elsta kirkjan í Spania. Síðani verður farið longur inní landið. Eftir hetta fara tit út á landi har tit fáa døgurða á eini matstovu, ið eisini hevur sølubásar, ið bjóða eina ørgrynnu av lokalum vørum har møguleiki eisini er fyri at fáa ókeypis smakkiroyndir.

Eftir hetta, kunnu tey, ið ynskja, fara ein gongutúr uppá umleið 20 minuttir oman til Os de Civis, ið er ein elligomul rundboga kirkja. Tey ið ikki ynskja at fara við hesum gongutúri, kunnu fara niðan aftur í bygduna. Eftir gongutúrin, er tíð at fara til eina áhugaverda bygd, har gøturnar eru smalar og bóndirnir enn liva ímillum síni djór, eisini er ein áleið 1000 ára gomul kirkja at síggja á leiðini.

Farið verður aftur til hotellið í Andorra la Vella, seint á kvøldi.

 

Dagur 6.  Fráferð frá Andorra til Barcelona

Vit fáa okkum døgurða og tá vit koma til Barcelona fara vit ein túr at síggja vakra høvuðstaðin. Har síggja vit eitt nú meistaraverkið hjá Gaudi´s, Paseo de Gracia og sjálvandi steðga vit eisini á fyri at síggja mest kenda bygningin í Barcelona Sagrada Familia. Eisini vitja vit Montjuic fjallið, sum er økið í Barcelona ið varð brúkt til summar olympisku leikirnar í 1992, og eftir hetta verða vit koyrd aftur til hotellið, ið liggur mitt í býnum.

 

Dagur 7. Gongutúrur ígjøgnum Barcelona, og ”farvæl døgurði”

Seinnapartin fara vit ein gongutúr í gjøgnum kendu gongugøtuna La Rambla, ið liggur mitt í Barcelona, og her eru hópin av handlum av ymiskum sløgum við nógvum spennandi at síggja.

Vit enda dagin við einum lekrum ”farvæl døgurða” við Flamenco sýning.

 

Dagur 8. Fráferð til Barcelona flogvøll

Fráferð frá hotelli til flogvøllin í Barcelonavið danska ferðaleiðaranum.

Hasta la Vista!

 

 


 Legg til merkis

Tilboðið er treytað av, at ferðast verður ásettu tíðirnar
- Avmarkað nøgd

Bílegging
- Tilmelding á gudrun@62n.fo ella á telefon 34 00 00
- Send fyrispurning umvegis heimasíðuna á teiginum til høgru
- Støkk inn á gólvið hjá 62°N, vit hjálpa fegin

SEND FYRISPURNING
Kalender
Víðari

TØRV Á HJÁLP? Setið tykkum í samband við okkum á 34 00 00 ella á booking@62n.fo

PAKKIN INNIHELDUR

FLOGFERÐ

  • Beinleiðis við Atlantic Airways
  • Vágar - Barcelona t/r
  • Ferðaavgjøld

Gisting

  • 5 nætur á Hotel Art í Andorra **** 
  • 2 nætur á hotellið í Barcelona ***
  • Dupultkamar

PENSJÓN

  • Hálv pensjón við víni og vatn á hotellinum í Andorra
  • Hálv pensjón á hotellinum í Barcelona 

Íroknað

  • Bussflutningur
  • Útferðir og gongutúrar
  • Danskur ferðaleiðari