• Njótið góðar løtur saman

    Barcelona 2019

Um ferðamálið - BARCELONA

Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways til Barcelona í 2019

Hetta er 8. árið á rað, at vit bjóða kundum okkara møguleikan at uppliva sponsku mentanina og strendurnar har umleiðir, sum t.d. Costa Brava. Nógv hava longu vitjað víðagitnu og vælumtóktu støðini, sum hvørt ár eru eina vitjan verd. Barcelona er fyri allar aldursbólkar, einstaklingar og familjur.

Flogið verður hvønn týsdag frá 16. apríl til miðan oktobur


Vágar - Barcelona:     Fráferð týsdagar kl. 08.00   -   lenda kl. 12.40   (lokalar tíðir)
Barcelona - Vágar:     Fráferð týsdagar kl. 13.30   -   lenda kl. 16.20   (lokalar tíðir)
Flogtíðin verður mett at taka 3 tímar og 30 minuttir

Vit gleða okkum at bjóða tær eina góða ferð til Barcelona, enn einaferð ella fyrstu ferð.

Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.

Ohla Hotel Barcelona *****

5-stjørnað hotel mitt í býnum. Hotellið hevur eina av teimum bestu tapas matstovunum í býnum. Vit tú forkelast er hetta hotellið heilt sikkurt rætta valið.

Nætur: 7

Prísir úr: 

10.795,-
Víðari

Sertilboð | vinkur á ferð í vár

Hotel Silhouette & Spa **** (adults only) er eitt hugnaligt hotel, ið liggur millum fleiri hotell í Malgrat de Mar, einans 250 m til frálíku strondina, nær við leskiligar matstovur og spennandi shopping møguleikum

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.395,-
Víðari

SERTILBOÐ | Páskir 2019

Hotel Aquamarina & Spa ****, er eitt frálíkt hotell, bert 100 metrar frá strondini og mitt á gongugøtuni í Santa Susanna. Kømurini eru væl útgjørd við air condition, sjónvarp, terrassu, telefon og safety box

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.695,-
Víðari

Gongutúrur í Andorra

Hendan ferðin fevnir um stórbært fjallalendi og stórbý, gonguferð og mentan. Gongutúrarnir eru av einum torleikastigi, so øll í vanligum, góðum gonguformi kunnu verða við. Longdin á túrunum eru 5-10km. Møguleiki er fyri einum løttari og einum tyngri gongutúri.

Nætur: 7

Prísir úr: 

12.695,-
Víðari

Yoga, ró og vælvera

Í eina heila viku forkelar tú hvørja kyknu í kroppinum við yoga. Hesa vikuna fer Heibrith at leiðbeina teg ígjøgnum ymiskar “Asanas” yoga venjingar sum leystliga nema allan tín kropp og sinn.

Nætur: 7

Prísir úr: 

7.495,-
Víðari

SERTILBOÐ - Costa Diadema

Á hesi fantastisku ferð kanst tú njóta eina viku á hotel í Costa Brava, og eina cruiseferð í miðalhavinum við skipinum Costa Diadema

Nætur: 14

Prísir úr: 

12.895,-
Víðari

SERTILBOÐ | Summar 2019

Hotel Aquamarina & Spa ****, er eitt frálíkt hotell, bert 100 metrar frá strondini og mitt á gongugøtuni í Santa Susanna. Kømurini eru væl útgjørd við air condition, sjónvarp, terrassu, telefon og safety box

Nætur: 14

Prísir úr: 

8.195 ,-
Víðari

Formel 1

Kom við beinleiðis til Barcelona í vár, har vit skipa fyri Formula 1 á Circuit de Barcelona - Catalunya og sólferð á sama túri.

Nætur: 7

Prísir úr: 

6.595,-
Víðari

Hotel Aquamarina & Spa ****

Eitt frálíkt hotell, bert 100 metrar frá strondini og mitt á gongugøtuni í Santa Susanna. Kømurini er væl útgjørt við air condition, sjónvarp, terrassu, telefon og safety box

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.595,-
Víðari

Hotel Onabrava & Spa ****

Nýtt og lekkurt hotell, ið liggur á prominaduni (gongugøtuni) í Santa Susanna, bert fáar metrar frá strondini. Hotellið hevur stóran og lekran svimjihyl á 400 m2, og flestu kømur hava útsýni yvir havið

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.795,-
Víðari

Hotel Montagut ****

Hotellið er í býnum Santa Susanna, bert 150 m frá strondini og 200 m frá handilsmiðstøðini

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.395,-
Víðari

Hotel Promenade ****

Hotel Promenade liggur væl fyri í Pineda de Mar heilt niðri við strondina. Lekkurt gistingarhús við góðum svimjihyli, har tú frítt kanst brúka sólstólar og sólverju

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.795,-
Víðari

Hotel Bertran Park ****

Hotel Aqua Bertran Park liggur í tí meira friðarliga partinum av Lloret de Mar, 350 m frá strondini. Hotellið hevur 163 kømur sum øll hava wc, air condition, sjónvarp, telefon, altan og safety box

Nætur: 7

Prísir úr: 

4.895,-
Víðari

Hotel Silhouette & Spa ****

Bert fyri vaksin! Hugnaligt hotel, ið liggur millum fleiri hotel og gistingarhús í Malgrat de Mar. Bert 250 m til strondina og gott shopping-økið beint við

Nætur: 7

Prísir úr: 

5.395,-
Víðari
Costa Brava

Økið norðanfyri Barcelona eitur Costa Brava. Hetta er uttan samanbering, best umtøkta staðið hjá føroyingum á Barcelona leiðini. Her hevur tú bestu karmarnar til eina væl eydnaða ferð - hetta er staðið fyri allar aldursbólkar: einstaklingar, pør ella familjur!
Frálík hotell, lekrar strendur og góðar matstovur.

Vakra Costa Brava liggur í norðureystara spanska krókinum við Pyrineafjøllunum í baksýninum. Strondin er 214 kilometrar og røkkur frá Blanes fyri sunnan til Portbou við fraklandsmarkið umleið 50 kilometrar norðan fyri Barcelona bý. Í Costa Brava eru vakrar, friðsælar strendur við gyltum sandi og hellu, ið geva einastandandi møguleikar fyri at snorkla og kava. Sameina vit hettar við mongu spennandi býirnar, vøkru miðaldarbygdirnar, frálíku merkisstaðirnar, katalansku mentanina, ríku søguna og tær kulinarisku upplivingarnar, so ger hettar Costa Brava, til eitt tað mest spennandi økið í Spania.

Har afturat er høvuðsstaðurin í Katalonia, Barcelona, ein av mætastu stórbýunum í Europa, eitt nú innan móta, søgu og ikki minst arkitektur, har arkitekturin Antonio Gaudí, hevur sett sín heilt serliga dám á Barcelona.

Søguliga miðaldarkjarnin í Barcelona við síni heilt serligu atmosferu er tann ósvitaligi miðdepilin við óteljandi keypsmøguleikum, barrum og matstovum, og tí at býurin liggur beint við strondina, er ein serstakur stemningur yvir bæði býar- og strandarlívi.

|   Sí meira kunning um ferðamálið Barcelona, Costa Brava her

 

Um Aqua hotellini í Costa Brava

-   Vel ímillum standard, premium, superior, suitur og familju kømur
-   Bílegg hálva pensjón ella fulla pensjón
-   Barna-klubbur v. barna ansing á staðnum
-   Internet - ókeypis v. uppgradering av kamari
-   Madrassur til sólstólar (1 EUR)
-   Leiga baðihandklæði (ókeypis v. uppgradering av kamari)
-   Vælveru-øki á Onabrava og Aquamarina
-   Møguleiki fyri bussflutningi t/r

Aqua Hotellini eru

Hotel Aquamarina

Hotel Silhouette

Hotel Bertran Park

Hotel Montagut

Hotel Onabrava

Hotel Promenade

Vitja heimasíðuna hjá 'Aqua Hotels' í Costa Brava her

 

bussflutningur

Fyrst vilja vit takka fyri, at tú hevur valt at keypa ferðina frá 62°N. Tað er okkara ynski at ferðin gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at tú fært eina góða feriu. Í hesum sambandi hava vit skipað fyri bussflutningi til tín sum hevur bílagt ferðina frá okkum. Kundar, ið hava goldið fyri bussflutning, skulu fylgja niðanfyri standandi mannagongd.

Prísur

 300,- tur/retur fyri hvønn
 Pinkubørn (0 til og við 1 ár) ókeypis

Skalt tú til Costa Brava og gista á einum av Aqua hotellinum, so ber til hjá tær/tykkum at bíleggja pláss við 62°N bussinum í samband við komu og fráferð. Hetta er sera ómækaleyst. Tá ið tit eru lend og hava avheinta viðføri á flogvøllinum, stendur eitt umboð fyri 62°N Travel við útgongina og tekur ímóti tykkum. Tú finnur lætt 62°N umboðið, sum heldur einum 62°N skelti. Síðani koyrir bussurin til Aqua hotellini í Costa Brava. Bussurin avheintar tykkum aftur á hotellinum, og koyrir tykkum til flogvøllin í samband við heimferðina.

Frá flogvøllinum til Barcelona

Danskur ferðaleiðari stendur klárur við skeltið við komu í Barcelona, og vísir kundunum hjá 62°N travel hvar bussurin stendur. Ferðleiðarin stendur við útgongd B í Terminal 2.

Frá Barcelona til flogvøllin

Bussurin avheintar allar 62°N gestir uml. 4 tímar áðrenn fráferðina hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Barcelona. Av tí at bussurin skal til fleiri ymisk hotellir, so er torført at siga nakað fast tíðspunkt. Til tey sum búgva á Nostre Mar, so heintar bussurin tykkum uttanfyri Hotel Promende (sum liggur beint við), sama stað sum tit blivu sett av.

- Gevið gætur !

  • Um tit hava átrokandi boð, so er 62°N altíð til at fáa fatur á. Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 17:00.
  • Aftaná arbeiðstíð vísur boðklivin til eina fartelefon sum hevur døgnvakt.
  • Hendan tænastan er einans til kundar hjá 62°N í samband við keypta ferð og uppihald í Costa Brava.