Geilo
Dámar tær væl at standa á skíð ella kundi tú kanska gott hugsa tær at roynt tað?
Geilo er sera væl egnað til tann nýggja skíðarin, tann ið hevur staði á skíð áður og til barnafamiljuna. Geilo hevur 4 ferðir vunnið ”Norways best ski resort, 2019, 2020, 2021 og 2022)
Tú flýgur til Oslo við Atlantic, og síðan tekur tað áleið 3,5 tímar at koyra til Geilo, eisini er møguligt at taka tok frá Olso til Geilo.
Geilo er ein hugnaligur lítil býur og er eitt frálíkt skíð stað við góðum skíðbanum. Her er møgulig at gista í smáttum, hotellum, ið hava bæði kømur og íbúðir. Møguligt er at fáa smáttur/íbúðir við eldstað (peis) og sauna.
Atlantic flýgur til Oslo hvønn mikudag.
Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.