Bad Gastein
Mitt í Gasteindalinum liggur flotti býurin Bad Gastein. Teir gomlu og sjarmerandi bygningarnir eru bygdir inn í bergið, og gevur hetta eitt sera flott og søguligt inntrykk.
Í býnum eru nógvar matstovur og cafe’ir, ið eru við til at runda tann perfekta skídagin av. Tú møtir fólki av øllum uppruna í Bad Gastein.
Flogið verður til Keypmannahavn og víðari við Højmark Rejser beinleiðis til Eysturríkis.
Send okkum tín fyrispurning á booking@62n.fo, ring á tel. 34 00 00 ella støkk inn á gólvið, vit hjálpa fegin.